Lýsing

Integrasjónsvegleiðari til Útlendingastovuna

Útlendingastovan leitar eftir integrasjónsvegleiðara at vegleiða einstaklingar og familjur - har annar ella bæði eru tilflytarar - sum nýliga eru komin til landið. Talan er um eitt spennandi starv, har tú verður partur av at menna integrasjónsøkið í Føroyum.

Talan er um eitt fulltíðarstarv og verður at seta frá 1. november 2021 ella eftir nærri avtalu.

 

Um starvið

Sum integrasjónsvegleiðari ert tú við í arbeiðinum at menna integrasjónstilgongdina í Føroyum. Arbeiðið fevnir um at vegleiða tilflytarar, soleiðis at teir koma væl inn í nærumhvørvið og at skapa og savna saman vitan og royndir á føroyska integrasjónsøkinum.

 

Sum integrasjónsvegleiðari fert tú at:

• svara fyrispurningum og spurningum frá tilflytarum og familjum við tilflytarabakgrund
• leiða tilflytarar til viðkomandi myndugleika og áhugapartar
• gera tilfar um evni, sum hava við integrasjón at gera
• samstarva við kommunurnar og ráðgeva myndugleikunum í samstarvi við integrasjónssamskiparan


Um teg

Tú ert útbúgvin sosialráðgevi ella hevur aðra viðkomandi útbúgving.


Vegleiðing av familjum krevur, at tú

• hevur innlit í almennar tænastur
• megnar at standa fyri fleiri tingum í senn og fylgja teimum upp
• samskiftir og skrivar týðiliga bæði á enskum og føroyskum
• hevur tvørmentanarligar royndir


Vit ímynda okkum tí, at tú

• kanst arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góð samstarvsevni
• hevur royndir við at arbeiða við borgarum
• ert opin fyri møguligum broytingum

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sólvá Dam, deildarleiðara, tlf. 356048 ella tpost: solvad@vs.fo

Umsókn við prógvum, C.V., og møguligum viðmælum skal sendast Útlendingastovuni á info@utlendingastovan.fo. Merkið umsóknina „Integrasjónsvegleiðari‟

Umsóknir skulu vera Útlendingastovuni í hendi í seinasta lagi 22. september 2021 kl. 8.00

Aftur
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Handilslærl­ingur til Telebúðir­nar í Klak…
Umsóknarfreist:
6. apr 2026
Samskiftis­fólk til marknaðardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Húsasmiðir til Norð­urøkið
Umsóknarfreist:
7. apr 2026
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
27. mar 2026
Løgfrøð­ingur til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026