
Málsviðgeri til matvørudeildina
Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir málsviðgera til matvørudeildina. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til 30. juni 2022.
Matvørudeildin
Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni arbeiðir við at fyribyrgja, at fólk gerast sjúk av mati ella vatni. Matvørudeildin hevur eftirlit við løggildari matvøruframleiðslu og vatnveiting. Í løtuni eru á leið 750 løggild støð, ið liggja kring alt landið. Matvørudeildin hevur eisini eftirlit við inn- og útflutningi av matvørum og fremur yvirvøku av fiskavørum og vatni.
Á matvørudeildini arbeiða 14 starvsfólk, við ymiskum útbúgvingum og fakligum førleikum.
Arbeiðsuppgávur
Sum málsviðgeri skalt tú út á eftirlit á løggildum eindum og viðgera umsóknir um løggildingar. Eindirnar fevna breitt, frástórum framleiðsluvirkjum og skipum til matstovur og smáar handlar.
Tú kemur eisini at taka ímóti fyrispurningum frá borgarum um nýtt virksemi, klagur o.a. og vera við til at gera mannagongdir og upplýsandi tilfar til almenningin.
Sum málsviðgeri á matvørudeildini fert tú at arbeiða í einum fakliga sterkum toymi, sum brennur fyri sínum arbeiði.
Útbúgving
Vit søkja eftir fólki við náttúruvísindaligari tekniskari- ella bachelorútbúgving:
• t.d. matvøruteknikari, laborantur ella onnur útbúgving á sama støði.
Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum hava fyrimun.Harumframt er ynskiligt við royndum innan fyrisiting.
Førleikar
• torir at taka avgerðir
• hevur góð samstarvsevni
• hevur koyrikort til bil og kann koyra alt árið og í øllum veðri
• trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum
• dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
• dugir at samskifta á enskum
• hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í nýggjar skipanir
• tú ert nærlagdur/løgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum og áhugaðum starvsfólkum við ymiskum útbúgvingum og hollum royndum.
Setanartreytir
Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast gjørligt. Starvið verðursett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Sí annars heimasíðuna hjá lønardeildini í
Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo.
Umsókn
Umsókn um starv við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.t. skalsendast til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, Smyrilsvegur 7, 2. hædd, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, og hon skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin hin 16. september 2021.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Maluna Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðara, tel. 556421.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.
Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku og alilógina:
• vit fyribyrgja at fólk gerast sjúk av mati
• vit tryggja djóravælferðina
• vit veita álítandi og altjóða góðkendar kanningar.
7. jul 2025

4. jul 2025

7. jul 2025

7. jul 2025

15. jul 2025

13. jul 2025

10. jul 2025
