Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingar í fast starv í Klaksvík:

Frá 01.11.2021, ella eftir nærri avtalu, eru trý størv leyst til setan. Arbeiðstíðin er 0,8. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.


Førleikakrøv:

- Prógv og góðkenning sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur

- Góð samstarvsevnir

- Royndir frá kir./med. deild er ein fyrimunur

Seingjadeildin er blandað kir.- og medisinsk deild, har tikið verður ímóti akuttum og planløgdum sjúklingum. Dagkirurgi og viðrakning er á deildini. Í sjúkrarøktini verður arbeitt í toymum.


Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Synnøvu Hansen, deildarleiðari telefon 22 38 63 ella teldupost synnova@ks.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og møguligum viðmælum skulu sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er mikudagin 22. septembur 2021

Aftur
Skrivstovu­fólk til góðskudeild­ina hjá At…
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Maskin­fólk ella teknikari til Vestpack
Umsóknarfreist:
21. des 2025
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Barnahúsið IMBA: Vit søkja eftir 3 starv…
Umsóknarfreist:
22. des 2025
Kantinu­fólk til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Námsfrøð­ingur til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
17. des 2025