Lýsing

Leys størv á Mørkini

Hesi størv eru leys at søkja til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni.
 
Føst størv:
·       Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,7.
·       Heilsurøktari, brøk 0,7.
·       Heilsuhjálpari, brøk 0,7.
 
Byrjanardagur skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
 
 
Førleikar / krøv
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
·       jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
·       viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið.
·       telduførleika á brúkarastøði.
·       koyrikort til persónbil.
 
 
Vit kunnu bjóða
 
·       fjølbroytt størv.
·       jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
·       skipaða innleiðslu.
 
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá staðnum, sum nevnt er omanfyri.
 
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
 
Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.
 
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.
 

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. oktobur 2021, kl. 12:00.
 
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
·       Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara á Røktarheiminum á Mørkini, telefon 793251.
 
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo 

Aftur
Kunda­ráð­gevi til Føroya Banka í Klaksvík
Umsóknarfreist:
22. jun 2026
Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákoll…
Umsóknarfreist:
9. jun 2026
Bakkafrost søkir eftir summar­feriuavloys…
Umsóknarfreist:
16. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
Umsóknarfreist:
12. jun 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá (longd freist)
Umsóknarfreist:
10. jun 2026
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026
Lærlingar til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
25. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Lærlingur til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
14. jun 2026
Maskinsmiðir til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
25. jun 2026