Undirvísingarstýrið søkir eftir verkætlanarsamskipara
Hevur tú hug at royna teg í einum fjølbroyttum starvi í størstu KT verkætlan innan undirvísingarverkið nakrantíð?
Um starvið
Tú verður partur av kt-eindini í Undirvísingarstýrinum, sum komandi árini stendur á odda fyri at gera ”KT-heildarætlanin 2021-25” til veruleika. Kt-eindin er verkætlanarskipað, sum eitt program við stýrisbólki, programskrivstovu og fleiri undirliggjandi verkætlanum, við hvør sínum stýrisbólki og verkætlanarleiðara.
Tú hevur leiklutin sum samskipari á programskrivstovuni og hevur ábyrgd av at samskipa og veita verkætlanunum tænastur og stuðul.
Arbeiðið í kt-eindini er á høgum fakligum stigi, og stórur dentur verður lagdur á gott samstarv og áhaldandi fakliga og persónliga menning.
Uppgávur
Uppgávurnar eru innan hesi virkisøki:
• Verkætlanar”hondbók”, sum fevnir um stýringskoncept, arbeiðsleistir, amboð, mannagongdir og kt-skipanir
• Fíggjarstýring, projektarkiv og journalisering
• Avtalu- og kontraktstýring við samtarvspartar og veitarar
• Kunning, samskifti, heimasíðu og aðrir miðlar
• Rapportering og tilfar til leiðslu- og stýrisbólkafundir
• Samskipa, facilitera og luttaka á fundum og verkstovum, m.a. sum forrætningsgreinari
Vit rokna við, at okkara nýggi starvsfelagi:
• Hevur viðkomandi hægri útbúgving á master ella kandidatstøði
• Er vælskipaður, tænastusinnaður, proaktivur og megnar at hava nógvar bóltar í luftini
• Er liðspælari men dugir eisini at arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur góðar munnligar og skrivligar málførleikar á føroyskum og enskum
Tað er ein fyrimunur, at umsøkjari
• Hevur góðar telduførleikar á superbrúkarastigi av m.a. MS office, Teams, Zoom, BSL leiðslukunning, Public 360, heimasíðum, Jira Software, Confluence og Helpdesk
• kann vísa á eftirútbúgving og royndir innan tey øki, sum starvið fevnir um
Setanarviðurskifti
Starvið er tíðaravmarkað í 3 ár og verður lýst til setanar 1. januar 2022 ella skjótast tilber.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 23. nov. kl. 12.00
Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella við t-posti: undirvising@uvs.fo
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Dánjal Pauli Haraldsen, deildarleiðara, tlf. 281593 ella Hjalmar Hansen, stjóra tlf. 555045.
Meira um Undirvísingarstýrið og heildarætlan er at finna á www.uvs.fo og www.skulin.fo
20. jun 2026
16. jun 2026
22. jun 2026
14. jun 2026
10. jun 2026
9. jun 2026
12. jun 2026
9. jun 2026
21. jun 2026