Lýsing

Leiðandi læknaskrivari til Klaksvíkar Sjúkrahús

Starvið er leyst at søkja til setan 1. januar 2022 ella eftir nærri avtalu.

Dámar tær fyriskipanir, so sum sjúkugongdir og hevur tú eginleikan at tryggja sjúklingum eina góða heildaruppliving?

Hevur tú persónlig evnir til at fáa fylgiskap, samtundis sum tú skapar góðan trivna og menning fyri ein starvsfólkahóp?

So er tað tær, vit leita eftir!

Ein deild og eitt sjúkrahús

Tú kemur at leiða eina deild, samstundis sum tú gerst partur av einum leiðslutoymi við 16 deildar- og varaleiðarum.

Tín gerandisdagur verður á deildini við læknaskrivarum, samstundis sum tú kemur at hava tætt samband við allar deildar- og varaleiðarar, har tit regluliga koma at samskifta og skipa partar av arbeiðnum á sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsleiðslan leggur stóran dent á, at leiðandi starvsfólk hava bestu karmar, sum til eina og hvørja tíð stuðlar undir eitt gott og gevandi samstarv millum sjúkrahús, deildir og starvsfólk.

Á deildini starvast dugnalig og ábyrgdarfull starvsfólk, sum arbeiða innan økini parenkym, urologi, ortopædi, neurologi, internmedisin, svøvnkøvu og skaðastovu.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er ein blandað medisinsk og kirurgisk seingjardeild við 22 seingjarplássum. Tvær skurðstovur, ein ambulatoriudeild, við skurð-ambulatorium, ortopædkirurgisk ambulatorium, urologiskum ambulatorium, medisinskum ambulatorium, svøvnkøvu ambulatorium, endoskopirúm og skaðastova. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi arbeiða vit rehabiliterandi, tvørfakligt og tvørsektorielt.

Ein leiðandi læknaskrivari

Sum leiðandi læknaskrivari hevur tú dagligu og fakligu leiðsluna, umframt starvsfólka- leiðsluna á deildini. Harumframt kemur tú at eisini at:

  • Samskipa arbeiðið á deildini.
  • Hava vanligar læknaskrivarauppgávur, og her er talan ofta um ein til tveir
  • læknar/konsulentar, sum tú skrivar fyri.
  • Tryggja at deildin er kunnað um viðurskifti á deildini og á sjúkrahúsinum.
  • Loysa uppgávur saman við øðrum deildum.
  • Hava fyrisitingarligar uppgávur; vagtplan, bíleggja vørur v.m.
  • Luttaka í leiðaraforum.

Leiðandi læknaskrivarin vísur beinleiðis til sjúkrahússtjóran.

Ein dygdarpersónur

Okkara virðir, stev – áræði – flog, leiða m.a. fram til, at tú sum leiðari raðfestir felags mál hægri enn egin mál, tekur ábyrgd, eggjar til loysnir, brýtur við vanahugsan og birtir vón. Vit leita eftir einum persóni, sum er framsíggin og hevur áræði til at síggja møguleikar fram um forðingar, er tænastusinnaður og fyrikomandi. Leiðarin skal vera væl skipaður og duga at tilrættaleggja arbeiðið og menna síni starvsfólk.

Vit ynskja eina mentan, har sjúklingasjónarmiðið er í fremstu røð.

Vilt tú vita meir um starvið?

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara allarbestu Súsonnu Olsen, varastjóra, susanna@ks.fo, telefon 220366, ella Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra, alexandra@ks.fo, telefon 288922.

Tín umsókn og løn

Send tína umsókn, saman við avriti av prógvi við CV til umsokn@ks.fo. Umsóknarfreistin er hósdagin 25. november 2021.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.

Aftur
SPEKT søkir eftir næmingum til skrivstov…
Umsóknarfreist:
22. mai 2026
Starvs­fólk til kundatænastuna hjá Betri…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Byrja tína starvsleið sum næmingur í Nor…
Umsóknarfreist:
1. mai 2026
Vertir til poddvarpssend­ingar hjá Norðlý…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Forstjóri fyri Sjúkra­húsverkið og sjúkra…
Umsóknarfreist:
21. mai 2026
Bakari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Leiðari til teknisku- og maskindeild á K…
Umsóknarfreist:
20. mai 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026