Lýsing

Deildarleiðari til Próvstovuna

Søkt verður eftir dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum deildarleiðara at standa á odda fyri Próvstovuni.


Ábyrgd og uppgávur
Deildarleiðarin skal, saman við stjóranum í Námi, mynda Próvstovuna á ein sannførandi hátt, virka fyri góðum og mennandi arbeiðsumhvørvi og skipa alt praktiskt virksemi í Próvstovuni.

Høvuðsuppgávur eru m.a.:

  • ábyrgd av samskipan av arbeiðsuppgávunum á Próvstovuni
  • skipa fyri próvtøkum, landsroyndum og Pisa-kanningum
  • at fremja menning av royndum og próvtøkum, bæði í fakligum, námsfrøðiligum og talgildum høpi
  • síggja til, at royndir og próvtøkur eru í samsvari við galdandi regluverk
  • tryggja, at uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi
  • fylgja við fíggjarligu gongdini á Próvstovuni innan starvsøkið
     

Førleikar
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.


Aðrir førleikar, sum dentur verður lagdur á:

  • góðan kunnleika til próvtøkuøki í skúlaverkinum
  • starvsroyndir, antin í fólkaskúla ella miðnámi
  • royndir í próvtøkuføring í skúlaverkinum
  • góð samstarvsevni og at kunna arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • góð evni at samskifta og orða seg á føroyskum, enskum og norðurlendskum


Leiðsluútbúgving og fyrisitingarligar royndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum, kunnu vera ein fyrimunur.


Løn og setanartreytir
Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og  avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti á eydun@nam.fo og skal vera Námi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 5. desember 2021. Starvið verður sett 1. januar 2022.

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Eyðun Gaard, stjóra, á tlf. 555150 ella við at senda teldpost á eydun@nam.fo
 -----
Próvstovan er deild í Námi undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, heilsuskúlanum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum.
https://provstovan.fo/ 

Aftur
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024