Tannspenn søkir eftir Klinikkassistenti
Tannspenn søkir eftir klinikkassistenti. Talan er um eitt starv á umleið 3-4 dagar um vikuna, sum verður sett skjótast gjørligt.
Stóri parturin av starvstíðini kemur at vera vanligt klinikkassistent arbeiði, har umframt kann væntast annað fyrifallandi arbeiði.
Vit vænta:
· Tú ert ágrýtin
· Tú dugir væl at samstarva
· Tær dámar væl nýggjar avbjóðingar
· Tú tolir broytingar
· Tú klárar væl at arbeiða undir trýsti
· Tú kanst traðka til, um annað fyrifallandi arbeiði kemur
Umleið 15 starvsfólk starvast á Tannspenn
Útbúgving og royndir er ein fyrimunur, tó ikki eitt krav.
Lønin er sambært avtalu
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja til Terju, leiðara, á tlf. 261763 ella skriva á bokhald@tannspenn.
Umsókn og onnur skjøl kunna sendast til bokhald@tannspenn.fo
Freistin at søkja er 12. des 2021.
7. apr 2026
6. apr 2026
28. apr 2026
8. apr 2026
8. apr 2026
12. apr 2026
19. apr 2026
6. apr 2026
12. apr 2026
19. apr 2026