Lýsing

Starvsfólk til Sjúkraflutningstænastuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at veita bráðfeingishjálp í sambandi við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum, skaddum og rørslutarnaðum. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á sjúkrahúsinum og Norðoya Røktarheimi. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum. Tætt samstarv er eisini millum sjúkraflutningstænasturnar í sjúkrahúsverkinum.

Ábyrgdarøkið hjá Sjúkraflutningstænastuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er Norðoyggjar. Her starvast í løtuni 9 fólk. Deildin hevur 4 bilar, íroknað 2 sjúkrabilar. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Vit væntað, at tú:

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi, hevur góð samstarvsevni og lætt við at umgangast fólk.
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg væl, bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd, dugir at umstilla teg og arbeiðir sjálvstøðugt

Førleikakrøv:

  • hevur koyrikort (Bólk B og C)
  • hevur prógv í 1. hjálp ella líknandi skeið
  • fyrimunur er at hava arbeitt í sjúkraflutningstænastu
  • likamliga sterk/ur
  • telduførleika á brúkarastøði

Í sambandi við starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkraflutningstænastuni skal tann, ið settur verður, lúka øll krøv, ið tænastan krevur.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, sjúkraflutningstænastuna.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Joensen, leiðara fyri sjúkraflutningstænastuna, á telduposti allan@ks.fo 

Umsókn við avrit av prógvum v.m., verður at senda til umsokn@ks.fo.  

Umsóknarfreistin er týsdagin, 14. des. 2021.

Aftur
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Námsfrøð­ingur til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
17. des 2025
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Barnahúsið IMBA: Vit søkja eftir 3 starv…
Umsóknarfreist:
22. des 2025
Fiskarøktari til lívfiskastøð­ina á Húsum
Umsóknarfreist:
14. des 2025
Maskin­fólk ella teknikari til Vestpack
Umsóknarfreist:
21. des 2025
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025