Fulltrúar til Heilsumálaráðið

Starvið

Søkt verður eftir tveimum fulltrúum til fast starv í Heilsumálaráðnum.

 

Førleikakrøv

Kravt verður, at umsøkjari hevur útbúgving frá hægri lærustovni innan løgfrøði, stjórnmálafrøði, búskaparfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving.

 

Persónlig førleikakrøv og royndir

Umráðandi er, at tann, ið settur verður:

 

  • hevur góð samstarvsevni,
  • hevur góð greiningarevni,
  • hevur góðar samskiftisførleikar í føroyskum og donskum, bæði munnliga og skrivliga,
  • hevur politiskt tev,
  • er tænastuhugað/ur, fleksibul og miðvís/ur,
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
     

Umsøkjarar skulu eisini hava evni til at hugsa strategiskt og samskifta á ymiskum stigum.

 

Løn og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstørv, ið verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra. Roknast kann við, at arbeiðstíðin stundum fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Vit bjóða

Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

 

Nærri kunning um starvið

Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra, á tel. 304050 ella umvegis teldupost til turid.arge@hmr.fo at fáa nærri upplýsingar.

 

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu sendast til:

 

Heilsumálaráðið

Eirargarður 2

100 Tórshavn

 

ella við telduposti til hmr@hmr.fo 

 

Umsóknir skulu vera Heilsumálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. januar 2022, kl. 12.00.

 

Starvið verður sett frá 1. mars ella skjótast til ber. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Tú kanst lesa meira um málsøkið, sum Heilsumálaráðið umsitur, á www.hmr.fo 

Aftur
Skrivstovulærl­ingur til Nám/­Próvstovun…
Umsóknarfreist:
13. feb 2022
Kommunala Arbeiðsgevara­felagið søkir eft…
Umsóknarfreist:
10. feb 2022
Starvs­fólk til Sundsverkið
Umsóknarfreist:
26. jan 2022
Skrivari/­samskipari til MEA – húsið fyri…
Umsóknarfreist:
27. jan 2022
HR- og HTU-Leiðari til KSS
Umsóknarfreist:
7. feb 2022