Lýsing

Deildarleiðari til Niðristovu á Norðoya Røktarheimi

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir deildarleiðara til Niðristovu á Norðoya Røktarheimi frá 1. mars 2022 ella eftir avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, um tú ikki hevur annað ynski.

Starvið sum deildarleiðari krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgving og royndir í leiðslu kunnu vera fyrimunir.

 

Starvsinnihald

NBH er í støðugari menning, og tú fert sum deildarleiðari at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk, búfólk og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.

Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum.

NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.

Niðristova er karmur um 14 búpláss.

 

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu

Á heimasíðuni https://nbh.fo/storv/iskoyti-til-lysing-eftir-deildarleidara-til-nidristovu/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofil og setnartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 410000, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 24. januar 2022.

Aftur
Námsfrøð­ingur til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
17. des 2025
Kantinu­fólk til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Barnahúsið IMBA: Vit søkja eftir 3 starv…
Umsóknarfreist:
22. des 2025
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Maskin­fólk ella teknikari til Vestpack
Umsóknarfreist:
21. des 2025
Skrivstovu­fólk til góðskudeild­ina hjá At…
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025