Lýsing

Skrivari/samskipari til MEA – húsið fyri familjumenning (møguligt lestrarstarv)

Vit sóknast eftir dugnaligum og nærlagdum fólki til skrivarauppgávur/samskiftisuppgávur hjá MEA.

Starvið
Søkt verður eftir skrivara/samskipara til MEA, frá 1. februar, ella eftir avtalu. MEA – húsið fyri familjumenning hevur til endamál at skapa góðar relatiónir millum menniskju, bæði í og uttan fyri parlagið. Endamálið er at geva foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp fyri at styrkja um familjulívið og hvønn einstakan.

MEA arbeiður fyri tryggleika og trivnaði í samspælinum millum menniskju. Vit vilja styrkja relatiónir og fyribyrgja mistrivnaði gjøgnum upplýsing, útbúgving og terapi – til gleði fyri børn, ung og vaksin.

Uppgávur
Tann, ið sett/ur verður, verður partur av dagligu arbeiðsgongdini í MEA, saman við leiðarinum og nevndini.

Skrivarin/samskiparin tekur sær av umsitingarligu uppgávunum fyri MEA so sum skjalhald og annan dagligan rakstur, umframt praktiska samskipan av tiltøkum, ið stovnurin skipar fyri. Talan er eisini um luttøku á møguligum fundum og tiltøkum eftir tørvi og at skriva frágreiðingar og annað greinandi tilfar. Umframt hetta, hevur viðkomandi eisini ábyrgdina av teimum sosialu miðlunum hjá MEA. Starvið er samansett og tí er tørvur á, at tann ið settur verður trívist við at gera ymiskar uppgávur.

Førleikakrøv
Vit ynskja ein persón, ið hevur góðan málkunnleika, bæði í skrift og talu, í serliga føroyskum máli. Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera nærlagdir, hjálpsamir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og verða til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Arbeiðið kundi verði skipað sum eitt lestrarstarv.

Starvsstaðið
Starvsstaðið verður á Nólsoyar Pálsgøta 2, Klaksvík.

Setanartreytir
Starvið er tímalønt og verður mett til umleið 10 tímar um vikuna. Tó kann arbeiðstíðin tillagast í samráð við leiðaran og lønt verður eftir førleikum.

Nærri kunning um starvið
Gjøllari upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, á telefon 22 49 21 ella umvegis teldupost vigdis@mea.fo 

Umsóknir
Umsókn eigur at verða send á teldupost vigdis@mea.fo      

Umsóknarfreistin er hósdagin 27. januar 2022 kl. 12.00

Aftur
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Pomek søkir eftir maskinsmiðju lærlingum
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024