Lýsing

Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði, skúlabólki og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða eitt námsfrøðiligt starv á 35 tíma viku í vøggustovuni Áardalur, at byrja 01. februar 2022, sí starvsstaður.
Um eingin námsfrøðingur søkir kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv fram til 01. februar 2023.

 

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

·       Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum  og starvsfeløgum.

·       Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.

·       Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.

·       Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.

·       Sær møguleikar fram um forðingar

Vit kunnu bjóða:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA
Tann, ið settur verður, skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 26. januar 2022, kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo    

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.
Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

 

Aftur
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025