Lýsing

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið søkir eftir fulltrúa

Ert tú fjøltáttað/ur, og megnar tú bæði at fara í dýpdina og at arbeiða breitt? Ert tú tænastusinnað/ur og dugir at samskifta greitt? so er eitt spennandi starv at søkja í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Um starvið

Sum fulltrúi í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum eru uppgávurnar at ráðgeva og vegleiða kommununum og interkommunalu felagsskapunum SEV og IRF í starvsfólkamálum, sáttmálaspurningum og øðrum spurningum viðvíkjandi løn- og setanarviðurskiftum hjá starvsfólkum á kommunala sáttmálaøkinum.

Talan er um eitt spennandi starv í einum politiskum umhvørvi, har tú viðhvørt skal vera før/ur fyri at arbeiða undir ávísum trýsti.

Vit vænta, at tú hevur vitan og innlit í kommunu- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti, ella at tú við tínum royndum, førleikum og eginleikum er før/ur fyri skjótt at seta seg inn í hesi viðurskifti.

Uppgávurnar eru annars:

-  At arbeiða við at styrkja kommunalu umsitingarnar við at gera felags vegleiðingar og mannagongdir um starvsfólka- og arbeiðsrættarlig viðurskifti
-  At ráðgeva kommunum í spurningum um sáttmálar og arbeiðsmarknaðarmál
-  At fyrireika og luttaka í samráðingum hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum
-  At fyrireika og lýsa mál og gera frágreiðingar
-  At standa fyri skeiðsvirksemi og øðrum tiltøkum viðv. starvsfólka-/sáttmála- og

arbeiðsrættarligum viðurskiftum
-  At samskifta við landsumsiting, fakfeløg og aðrar áhugabólkar
-  At gera tilfar til miðlar og røkja heimasíðuna

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú hevur útbúgving á master- ella bachelorstigi ella eina samanseting av viðkomandi útbúgvingum. Harumframt vænta vit at:

  • Tú hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftum í breiðum høpi
  • Tú hevur evnini at arbeiða við tølum
  • Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu
  • Tú hevur áhuga at arbeiða í einum politiskum umhvørvi - og at geva títt uppbyggjandiíkast í samanhangum, har partarnir hava ymisk áhugamál
  • Tú hevur góð samstarvsevni og hevur førleika og vilja til at síggja og fremja skilagóðar loysnir
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir

Lønar- og setanartreytir

Starvið er fulla tíð at byrja 1. apríl 2022.
Starvið verður sett sambært avvarðandi sáttmála.

Umsóknarfreist

Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til

anita@kaf.fo

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið R.C. Effersøesgøta 26
FO – 100 Tórshavn

Umsóknin skal vera Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum í hendi í seinasta lagi 10. februar 2022, kl. 08.00.

Samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anitu Fuglø, leiðara í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum á tel. 226339, ella umvegis teldupost anita@kaf.fo – ella til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á tel. 282480, ella umvegis teldupost eydunc@kf.fo 

Upplýsingar um Kommunala Arbeiðsgevarafelagið finnur tú á heimasíðu felagsins www.kaf.fo, og um Kommunufelagið á www.kf.fo 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er skipað undir leiðslu Kommunufelagsins. Endamálið við Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er at samráðast um sáttmálar fyri starvsfólk í starvi hjá kommununum, hjá SEV og IRF. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vegleiðir og ráðgevur kommununum, SEV og IRF í málum um lønar- og setanarviðurskifti.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur til í Kommunuhúsinum á R.C. Effersøesgøtu 26, saman við Kommunufelagnum og Barnaverndarstovu Føroya.

Aftur
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024