Lýsing

Kom í læru í Elding Tórshavn ella Elding Klaksvík!

Vit leita eftir tveimum nýggjum lærlingum - ein til handilin í Havn og ein til handilin í Klaksvík!

Sum lærlingur í Elding kanst tú vænta at verða partur av eini spennandi fyritøku, har altíð er ferð á. Tú kanst gleða teg til ein fjølbroyttan gerandisdag og til at møta nógvum virknum og ágrýtnum starvsfeløgum, sum øll arbeiða fyri at veita okkara kundum bestu tænastuna. Tað snýr seg um samanhald og um at tað skal vera stuttligt at fara til arbeiðis.

Ein útbúgving sum sølufólk í Elding gevur nógvar møguleikar á komandi starvsleiðini. Vit hava stórt framsøkni tína vegna, og um tú sjálv/ur vísir ábyrgd og áhuga, so røkkur tú uttan iva langt. Tú fært tíðliga møguleika at tjóvstarta tína yrkisleið – til dømis fáa flestu av okkara lærlingum ábyrgd av teirra egna øki í handlinum undir allari lærutíðini. Vit stuðla tær, um tú droymir um ein dag at gerast deildarleiðari.

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Herman Winther, virkisstjóra, á tlf. 529015, ella við at senda teldupost til herman@elding.fo 

Umsókn saman við avritum, prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast við telduposti til herman@elding.fo.

Freistin at søkja er sunnudagin 20. februar á midnátt!

Les meira her: https://elding.fo/elrisin 

Aftur
Vit søkja fíggjar­stjóra
Umsóknarfreist:
18. mai 2026
SPEKT søkir eftir næmingum til skrivstov…
Umsóknarfreist:
22. mai 2026
Umsjónar­fólk til Viðareiðis kommunu
Umsóknarfreist:
19. mai 2026
Maskinførarar til ArtiCon
Umsóknarfreist:
18. mai 2026
Motorkønur dekkari til "Bakkabrúgv"
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Starvs­fólk til Baldursbrá
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Forstjóri fyri Sjúkra­húsverkið og sjúkra…
Umsóknarfreist:
21. mai 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Arbeiðs­fólk til kassavirkið á Glyvrum
Umsóknarfreist:
25. mai 2026
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Umsóknarfreist:
1. jun 2026