Avloysari til Elding Klaksvík
Vit sóknast eftir avloysara, til at arbeiða sum sølufólk, til handil okkara í Klaksvík. Sum avloysari arbeiðir tú seinnapartar og í vikuskiftinum.
Hvørji ert tú?
Tú brennir fyri at veita bestu tænastu til kundar og viðskiftafólk okkara. Tú verður andlitið á fyritøkuni, og tað hevur tí týdning, at tú ert ábyrgdarfullur og álítandi, og at tú dugir væl við menniskjum. Harumframt mást tú vera kundavinarligur, og duga at seta tørvin hjá kundanum í fokus.
Løn sambært avtalu.
Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Herman Winther, virkisstjóra, á tlf. 529015, ella við at senda teldupost til herman@elding.fo
Umsókn saman við avritum, prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast við telduposti til herman@elding.fo.
Freistin at søkja er sunnudagin 20. februar á midnátt.
Hvørji eru vit?
Elding er størsti elektronikk- og hvítvøruhandil í Føroyum, við handlum í Havn og Klaksvík, umframt nethandilin Elding Online. Eisini hevur Elding eina vinnudeild, eitt teldu- og sjónvarpsverkstað og eitt hvítvøruverkstað.
19. mai 2026
1. jun 2026
1. jun 2026
18. mai 2026
22. mai 2026
21. mai 2026
25. mai 2026
20. mai 2026
22. mai 2026
25. mai 2026