Lýsing

Eldhugaður elektrikari til elbilaøkið

Vilt tú vera við til at menna føroysku løðiparkina og framtíðartryggja elbilaøkið?

Vit sóknast eftir eldhugaðum elektrikara til menning av elbilaøkinum hjá SEV

 

Starvið

Elbilaøkið er í støðugari menning og fyri slóðbrótandi broytingum. Sum liður í arbeiðnum við grønu kósini hevur SEV sett upp almennar løðistøðir, og veitir harumframt elbilaeigarum heimaløðistøð.

Tú verður partur av elbilatoyminum, og fært ábyrgdina av løðiparkini hjá SEV. Hetta merkir, at tú hevur ábyrgd av heimaløðistøðum og almenna løðikervinum hjá SEV.

Kundasamskifti er stórur partur av starvinum, og harumframt virkar tú í tøttum samstarvi við aðrar deildir hjá SEV.

 

Arbeiðsuppgávur

Tú gert heimaløðistøðirnar klárar til uppseting og útflýggjan, og tú samskipar uppseting av almennum løðistøðum. Tú syrgir fyri, at almennar eins væl og heimaløðistøðir verða viðlíkahildnar á rættan hátt. Tú tekur tær av bíleggingum av løðistøðum, viðger tær, og veitir elbilaeigarum bestu tænastu í mun til løðing.

Tú hevur skrivstovu á Havnarverkinum í Gundadali í Havn, men allar Føroyar eru arbeiðsstaður tín.

 

Vit vænta okkum ein starvsfelaga, sum við áræði fer undir at skapa sín egna arbeiðsdag og sítt egna arbeiðsøki.

Vit vænta, at tú

hevur útbúgving sum elektrikari ella aðra viðkomandi eltekniska útbúgving
hevur áhuga fyri og evni til at seta teg inn í nýggjar KT-skipanir
ikki ræðist broytingar, men lættlyntur tekur ímóti avbjóðingum á økinum
hevur koyrikort til persónbil
hevur góð samstarvsevni og góð samskiftisevni
ert tolin og trívist við kundasamskifti, umframt samskifti við starvsfelagar á øðrum deildum hjá SEV
kanst arbeiða skeivar arbeiðstíðir
kennir teg aftur í virkisvirðunum hjá SEV: samstarv, eldhugi og virðing
 

SEV

Tú fært upplæring og vegleiðing frá hollum starvsfelagum í elbilatoyminum. Tú skipar tín egna arbeiðsdag, og hevur møguleika at taka neyðug/viðkomandi førleikamennandi skeið.

Lønin verður sett sambært sátmála millum KAF og Handverkarafeløgini

 

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Eyðuni Djurholm, leiðara á Innleggingardeildini, á tlf. 225516

 

 

Umsóknin

Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. mai 2022, og skal sendast til:

starv@sev.fo 

 

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 165 ársverk eru hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldumi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Aftur
Teknikari við ábyrgd av flakalinjunum
Umsóknarfreist:
1. jun 2022
Kom í læru sum alari hjá Bakkafrost
Umsóknarfreist:
29. mai 2022
Deildarleiðari til Heilsutrygd
Umsóknarfreist:
7. jun 2022
Tannspenn søkir starvs­fólk til tannrætti…
Umsóknarfreist:
7. jun 2022
Sjógvalari til Gøtuvík
Umsóknarfreist:
31. mai 2022
Havstovan søkir eftir kokki
Umsóknarfreist:
7. jun 2022
FÖRKA søkir eftir maskin­fólki til biogas…
Umsóknarfreist:
1. jun 2022
Spekt søkir KT-grannskoðara
Umsóknarfreist:
7. jun 2022
Sjógvalari til Sundalagið
Umsóknarfreist:
31. mai 2022
Havstovan søkir eftir 1. stýrimanni
Umsóknarfreist:
7. jun 2022