Lýsing

Góðskuleiðari til alingina á sjónum

Vit leita eftir einum dugnaligum og væl skipaðum góðskuleiðara til alingina á sjónum. Sum góðskuleiðari hjá Hiddenfjord ert tú ein týðandi partur av eini livandi og framsøknari alifyritøku. Tú fert at arbeiða tætt saman við starvsfólkum á menningardeildini og alingini.

Tínar týdningarmestu uppgávur og ábyrgdarøki
Í høvðusheitum er talan um at skipa og vera ein virkin partur í hesum uppgávum:

Menna og dagføra góðskuskipanina
Samskipa arbeiðið viðvíkjandi góðkenningum, skoðanum og øðrum
Samskifta við myndugleikar í sambandi við myndugleikakrøv
Annað fyrifallandi arbeiði


Vit vænta, at tú

hevur góð evni at skipa arbeiðið og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
ert ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/arbeiðssamur
hevur góðar telduførleikar
Viðkomandi akademisk útbúgving er ein fyrimunur. Sum góðskuleiðari vísir tú til alileiðaran. Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sæmbært avtalu. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Umsókn
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjuna Wilhelm, alileiðara, á telefon +298 288988 ella við telduposti á marjun.wilhelm@hiddenfjord.com.

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skal sendast til starv@hiddenfjord.com.

Umsóknarfeistin er 16. mai 2022.

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 220 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðar møguleikar ikki verða darvaðir av nútíðar virksemi.

Aftur
Húsasmiðir til Norð­urøkið
Umsóknarfreist:
7. apr 2026
Handilslærl­ingur til Telebúðir­nar í Klak…
Umsóknarfreist:
6. apr 2026
Samskiftis­fólk til marknaðardeild­ina hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Løgfrøð­ingur til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
19. apr 2026
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
8. apr 2026
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
1. apr 2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist:
19. apr 2026