Lýsing

Deildarleiðari til Heilsutrygd

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi, týdningarmikið, fjøltáttað, og til tíðir avbjóðandi starv, við stórari ábyrgd, so er tað møguliga tær vit leita eftir í Heilsutrygd.

Heilsutrygd umsitur m.a. Kommunulæknaskipanina, Økisheilsuskipanina og Royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár. Í hesum skipanunum eru fólk í starvi, og Heilsutrygd leitar nú eftir einum deildarleiðara at standa á odda fyri hesum, og møguliga øðrum komandi skipanum.

 

Um skipanirnar

Hesar skipanirnar eru skipaðar bygnaðarliga undir Heilsutrygd, tó við sjálvstøðugari játtan á fíggjarlógini.

 

Kommunulæknaskipanin virkar sambært løgtingslóg um kommunulæknaskipan, kunngerðum og sáttmálum.

Økisheilsuskipan er skipan við kliniskum dietistum, ið veita kostráðgeving í kommunulæknaviðtalum úti um landið.

Royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð, er royndarætlan, sum heldur á til 31. oktober 2023. Ein verkætlanarleiðari er í starvi, sum skal fyrireika og samskipa royndarskipanina.

 

Um starvið

Deildarleiðarin, sum eisini skal virka sum stjóri, tá stjórin í Heilsutrygd er burturstaddur, hevur ábyrgdina av fyrisitingini av nevndu skipanum, umframt møguliga øðrum skipanum, sum verða lagdar til Heilsutrygd at fyrisita.

Deildarleiðarin vísir til stjóran í Heilsutrygd.

 

Deildarleiðarin hevur starvsfólkaábyrgd, og fær ábyrgdina av:

·       Leiðsluni (og menningini) í:

o   Kommunulæknaskipanini

o   Økisheilsuskipanini

o   Royndarskipan við ókeypis sálafrøðiligari viðgerð

o   Møguliga øðrum skipanum sum koma

·       Starvsfólkaviðurskiftum hjá starvsfólkunum sum starvast í skipanunum

·       Virka sum stjóri, tá stjórin í Heilsutrygd er burturstaddur

 

Í høvuðsheitum skal deildarleiðarin røkja hesar uppgávur:

·       Ábyrgd av umsitingini av nevndu skipanum, herundir:

·       Starvsfólkaøkið

o   Manna øll størvini í skipanunum

o   Virka fyri góðum trivnaði

o   Skipa innleiðslu av nýggjum starvsfólkum

o   Loysa trupul starvsfólkamál

·       Fíggjarábyrgd

·       Tryggja at játtanirnar til skipanirnar verða hildnar og umsitnar á besta hátt

·       Samstarv millum skipanirnar og uttanfyri Heilsutrygd

·       Viðgera kærur

·       Taka lut í sáttmálasamráðingum

·       Taka lut í viðkomandi arbeiðsbólkum og nevndum

·       Umboða og mynda skipanirnar fyri Heilsutrygd úteftir, t.d. í kjaki, fyrilestrum, fjølmiðlum o.ø.

Førleikakrøv

Tann, ið settur verður, skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, ella hava aðra hóskandi útbúgving og royndir.

Leiðslu- og fyrisitingarligar royndir kunnu vera ein fyrimunur.

 

Umráðandi er, at tann, ið verður settur, hevur evni at seta í verk fyriskipanir og hevur nútíðar leiðslueginleikar, innlit  og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini almennari fyrisiting.

 

Av tí, at starvið ber í sær víttfevnt samstarv, verður dentur lagdur á at finna ein persón við góðum samstarvsevnum, sum er álitisvekjandi og vísur myndugleika.

 

Deildarleiðarin má duga at arbeiða sjálvstøðugt, at veita eina góða tænastu og at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar.

 

Løn- og setanartreytir

Starvið verður sett við beinleiðis tilvísing til stjóran.

 

Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Deildarleiðarin má tola møguligar broytingar í starvinum.

 

Starvið verður sett frá 1. august 2022, ella eftir nærri avtalu.

 

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Egil á Bø, stjóra á Heilsutrygd, tlf. 614002, ella teldupost eab@heilsutrygd.fo 

 

Umsókn

Skrivlig umsókn saman við avriti av CV, prógvum, viðmælum o.ø., skal sendast til:

 

Heilsutrygd

Postsmoga 52

Klaksvíksvegur 7

710 Klaksvík

 

ella við telduposti á heilsutrygd@heilsutrygd.fo 

 

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. juni 2022, kl. 12:00.

Aftur
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024