Lýsing

Tannspenn søkir starvsfólk til tannrættingar toymið

Tannspenn søkir eftir starvsfólk til tannrættingar toymið

Talan er um eitt starv á uml. 32 tímar.  

Arbeiði fevnir m.a um at hjálpa til á klinikkini, móttøkuarbeiði, sterilisera amboð og annað arbeiði í samband við tannrætting.

Vit vænta:

·      Tú ert ágrýtin

·      Tú dugir væl at samstarva

·      Tær dámar væl nýggjar avbjóðingar

·      Tú tolir broytingar

·      Tú klárar væl at arbeiða undir trýsti

·      Tú kanst traðka til, um annað fyrifallandi arbeiði kemur

 

Tann einasti sertannlæknin, innanfyri tannrætting í Føroyum, er á Tannspenn. Sostatt kunna vit bjóða allarbestu tannrættingarviðgerð.

Viðkomandi kemur at starvast á tannrættingar toyminum, saman við einum sertannlækna, tannrøktara og klinikkassistenti.

 

Útbugving og royndir er ein fyrimunur, tó ikki eitt krav. Upplæring verður givin.

Lønin er sambært samverk sáttmálanum.

Ynskiligt er at viðkomandi kann byrja sum skjótast. Summarfrítíðin er frá 18 juli til 19 aug.

 

Um tit ynskja at vita meira, eru tit vælkomin at ringja til +298666030 ella skriva til bokhald@tannspenn.fo 

Umsókn og onnur skjøl kunna sendast til bokhald@tannspenn.fo 

Freistin at søkja er 7 juni 2022.

Aftur
Vaktar­fólk til lívfiskastøð­ina við Áir
Umsóknarfreist:
30. jun 2026
Kunda­ráð­gevi til Føroya Banka í Klaksvík
Umsóknarfreist:
22. jun 2026
Skrivstovu­fólk til bókhaldi hjá Klaksvík…
Umsóknarfreist:
21. jun 2026
Kokkalærlingur
Umsóknarfreist:
28. jun 2026
Maskinsmiðir til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
25. jun 2026
Arbeiðs­fólk til verklag
Umsóknarfreist:
22. jun 2026
Goymslulærl­ingar til goymslur­nar á Kambs…
Umsóknarfreist:
20. jun 2026
Bussførari til landleiðina
Umsóknarfreist:
2. jul 2026
Húsasmiðir
Umsóknarfreist:
29. jun 2026
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
29. jun 2026