Lýsing

Fulltrúi á lønardeildini

Ert tú tann, vit leita eftir, so hava vit eitt avbjóðandi og spennandi starv, har uppgávurnar krevja royndir, fakligan førleika og áhuga fyri økinum, sum ráðið varðar av.

Sum fulltrúi á lønardeildini fært tú góðar møguleikar fyri menning og sleppur at brúka tína fakligu vitan innan arbeiðsmarknaðarviðurskifti.

Høvuðsuppgávurnar eru at:

  • ráðgeva almennum arbeiðsgevarum í arbeiðs- og setanarrættarligum spurningum
  • fyrireika og luttaka í sáttmálasamráðingum hjá landinum
  • málsviðgera og tulka sáttmálar
  • viðgera ósemjur millum sáttmálapartar
  • tryggja holla vegleiðing og kunning um starvsfólkaviðurskifti

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni. Eisini vænta vit, at tú hevur vitan og arbeiðsroyndir innan oman fyri nevndu arbeiðsøki hjá Fíggjarmálaráðnum.

Umframt at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur, verður dentur lagdur á:

  • innlit og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting
  • semjusøkjandi hugburð
  • góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga, og
  • at tú megnar at arbeiða undir ávísum trýsti

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt eftir útbúgving og royndum eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ella Akademikarafelag Føroya.

Umsókn

Umsókn við upplýsingum um útbúgving, lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast talgilt til Fíggjarmálaráðið á fmr@fmr.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. juni 2022. Starvið verður sett eftir summarfrítíðina eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jan Mortensen, lønarstjóra, á telefon: 552000. ---

UM RÁÐIÐ
Fíggjarmálaráðið er fyrisitingin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Høvuðsmálsøkini hjá ráðnum eru: búskaparmál, fíggjarmál, skatta- og avgjaldsmál, lønarmál, kommunal fíggjarmál, hagfrøðismál, talgilding, vegir og havnir, samferðslumál, almenn bygging og umvæling, ferðslutrygdarmál og eigarapolitikkur landsins. Uni Rasmussen er landsstýrismaður í fíggjarmálum og í ráðnum starvast 16 fólk. Ráðið heldur til í Tinganesi

Aftur
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Viðareiði
Umsóknarfreist:
9. nov 2025
Stýrimaður og maskinmeistari til Vesthav
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Starvs­fólk til Bókabúð­ina í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Lands­grannskoðanin søkir vaskifólk
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna…
Umsóknarfreist:
26. okt 2025
Endur­lýsing: Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
27. okt 2025
Kreditt­ráð­gevi til privatøkið í Betri Ba…
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Til okkara verkstað í Klaksvík leita vit…
Umsóknarfreist:
27. okt 2025
Djóralækni til Bakkafrost
Umsóknarfreist:
2. nov 2025