Lýsing

Maskinmeistari til Sundsverkið - farloyvisstarv

Vit sóknast eftir dugnaligum maskinmeistara vid fullari útbúgving til at reka og røkja størsta framleiðsluverkið hjá SEV. Talan er um eitt 1 ára farloyvisstarv, ið skal setast sum skjótast.

 

Tilsamans 40 fólk starvast á Sundsverkinum, sum er oljurikið elverk við einum samlaðum framleiðslumátti á 82 MW. Talan er um tíggju dieselmotorar við hjálparskipanum.

2 x B&W Diesel 12L55GSCA 12,4 MW 1984/1989
2 x MAK 9M43 8 MW 2001/2004
2 x MTU 20V4000G63L 2,4 MW
4 x MAN 51/60 9,2 MW 2019
Brennievnið er tungolja RMG 380, og verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan av slagnum ABB 800 xA. Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.

Afturat Sundsverkinum er dagtangahús har goymsla og viðgerð av olju, smyrjiolju, evju og spillvatni fer fram.

Í 2019 er ein umfatandi víðkan av Sundsverkinum framd. Hetta merkir, at 4 nýggir motorar - MAN 51/60 9,2 MW, við roykreinsan og alskyns nútímans útgerð verða tiknir í nýtslu.

SEV

SEV bjóðar tær:

·      Gott arbeiðsumhvørvi

·      Møguleikan at gagnnýta alla útbúgving tína

·      Væl skipaði viðurskifti

·      Smidligar arbeiðsumstøður

·      Fjøltáttaðan arbeiðsdag

 

Málið er, at øll orka á landi er 100% grøn í 2030. Í nøkur ár afturat er tó tørvur á alstórari elframleiðslu á Sundsverkinum, men um fá ár fer framleiðslan á Sundsverkinum at minka munandi. Vit eru ivaleys um, at rúm kortini verður fyri dugnaligu maskinmeistarum okkara eisini eftir hetta.

Verandi og komandi arbeiðsuppgávur hjá SEV verða eisini framyvir nógvar og meiningsfullar. Talan er um eitt stórt arbeiðspláss, har fólk javnan velja at nema sær nýggja vitan og førleikar frá einari uppgávu ella deild til aðra.

 

Uppgávur

Arbeiðið á Sundsverkinum er at hava um hendi dagligu elframleiðsluna. Harumframt verða viðlíkahald og umvælingar gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum.

Vanligu arbeiðstíðir tínar vera frá kl 08.00 – 16.00 mánadag til fríggjadag.

Vit vænta, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.

Løn                                                                                                                     

Lønin er sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið, lønarflokkur 12. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá.

 

Umsóknin

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Jørgin Mørkøre, verkmeistara á tel. 286912, ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á tel. 218419.

 

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 24. juni 2022. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: starv@sev.fo.

 

SEV hevur veitingartrygd, og tryggjar tí føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 172 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum varð stovnað 1. oktober 1946.

 

Aftur
Umhvørvi, hagtøl og burðardygd - ljóðar…
Umsóknarfreist:
8. jul 2022
Manning til "M/­S Bakkafoss"
Umsóknarfreist:
11. jul 2022
Summar­avloysari til tekniska toymið á Gl…
Umsóknarfreist:
8. jul 2022
Maskinmeistari til grønu orkuverk­ini hjá…
Umsóknarfreist:
13. jul 2022