Lýsing

Eftirlit innan alivinnuna

Vit søkja eftir einum starvsfólki til avloysara starv á veterinerdeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

 

Arbeiðsuppgávur

·     Eftirlit við alivinnuni sambært galdandi reglum um sjúkufyribyrgjandi rakstur fyri alivinnuna bæði á sjógvi og landi

·     Sjúkuyvirvøka, sýnistøka, eftirlit og málsviðgerð í sambandi við aling av laksi bæði á sjógvi og á landi

·     Málsviðgerð í sambandi við góðkenningar eftir galdandi reglum fyri alivinnuna

 

Listin omanfyri er ikki endaligur, og kann broytast við tíðini.

 

Krøv til útbúgving og førleikar

·     Djóralækni

·     Fiskaheilsukandidatur

·     Lívfrøðingur, ella aðra viðkomandi akademiska, náttúruvísindaliga útbúgving

·     Duga væl at samskifta á føroyskum í skrift og tali

·     Góðan telduførleika

·     Fyrimunur er at hava royndir við journalskipanum, Microsoft Office pakkanum og Power BI

·     Koyrikort til bil

 

Er tú útbúgvin djóralækni, skal djóralæknaútbúgvingin vera frá einum norðurlendskum fróðskaparsetri ella einari javnmettari útbúgving, soleiðis at tú kanst gerast løggildur embætisdjóralækni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Sum embætisdjóralækni luttekur tú í vaktarskipanum fyri djóralæknauppgávur og heilsuváttanir á stovninum, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Vit sóknast eftir fólki við hesum persónligu førleikum:

 

·     Áræði og framfýsni

·     Kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva

·     Kann klára stóra arbeiðsbyrðu

·     Trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum

·     Trívist á dynamiskum arbeiðsplássi

·     Sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing

 

Umsøkjarar við starvsroyndum innan aling hava fyrimun, men hetta er ikki eitt krav. Harumframt er ynskiligt við royndum innan fyrisiting.

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir breitt. Tú kemur at starvast á veterinerdeildini, saman við dugnaligum og áhugaðum starvsfólkum við góðum útbúgvingum og hollum royndum. Møguleikar eru fyri førleikamenning.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt avloysarastarv ið verður sett skjótast gjørligt. Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, sí www.fmr.fo .

 

Í fyrsta umfarið er setanin til og við 1 oktober 2023. Møguleiki er fyri at leingja starvið inntil 1 september 2024.

 

Umsókn

Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til hfs@hfs.fo.


Viðheft grundgivna umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, viðmæli og minst eina tilvísing.

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 29. august 2022 kl. 12.00.

Meira fæst at vita við at venda sær til Sarah Vallin, embætisdjóralækna og deildarleiðara, tlf. 55 64 00 ella t-post til hfs@hfs.fo.

 

 

Um stovnin

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.

 

Høvuðsuppgávurnar hjá Veterinerdeildini eru at tryggja góða djóraheilsu og djóravælferð. Á Veterinerdeildini eru 9 starvsfólk d.d.

Aftur
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Timburlærlingur
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
2 Elektrikarar til EL-in
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Barnahúsið IMBA: Vit søkja eftir 3 starv…
Umsóknarfreist:
22. des 2025
Vaskifólk til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Kantinu­fólk til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Maskin­fólk ella teknikari til Vestpack
Umsóknarfreist:
21. des 2025