Starvsfólk til teknisku- og maskindeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til teknisku- og maskindeildina at byrja 1. desember 2022 ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú gott handalag, og ert tú til reiðar at nýta títt tekniska know-how? So er hetta møguliga eitt starv fyri teg.
Um deildina
Talan er um eitt spennandi fulltíðarstarv, har tú kemur út í allar krókar á sjúkrahúsinum. Tú kemur at fáa ein gerandisdag saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum, sum hava starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í mong ár. Uppgávurnar er nógvar og ymiskar, og kemur tú at loysa tær í einum tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar.
Arbeiðsøkið hjá deildini er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av bygningum, bygningslutum og tekniskari útgerð. Harumframt tekur deildin sær av, at:
Góðskutryggja maskinur og útgerð, umframt eftirlit við uttanhýsis serviceveitarar
Viðlíkahalda og umvæla maskinur, el og útgerð av ymiskum slag
Umsita og viðlíkahalda hitamiðstøðina, ventilatiónsskipan og luft-gassskipan
Samskipa verkætlanir í sambandi við umvæling og nýgerð
Ymiskt fyrifallandi arbeiði Tú ert:
Ábyrgdarfull(ur)
Góðskutilvitað(ur)
Samstarvssinnað(ur)
Fíggjarliga umhugsin
Dugir væl at skipa títt arbeiði og tína tíð
Tolir at arbeiða undir trýsti
Villig(ur) til at eftirútbúgva teg her í Føroyum og uttanlanda
Villig(ur) til at ganga inn í tilkallivaktarskipan
Førleikar:
Góðar tekniskar førleikar
Góðar praktiskar royndir
Góðar royndir við samskipan av verkætlanum
Koyrikort
Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar CTS Stýrisskipan.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Regin Olsen, leiðara á telefon 214480.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal sendast til: umsokn@ks.fo Umsóknarfreistin er sunnudagin 25. september 2022.
Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.
22. mar 2026
1. apr 2026
27. mar 2026
25. mar 2026
19. apr 2026