Lýsing

Mowi søkir eftir royndum alara til Oyndarfjørð

Dugir tú at ala? Mowi søkir eftir royndum alara til Oyndarfjørð 

Sum alari í Oyndarfirði gerst tú partur av einum toymi av alarum, ið tryggjar at alibrúkið til eina og hvørja tíð, er klárt at ala dygdargóðan laks. Tað hevur stóran týðning at fiskavælferðin altíð er í hásæti. 

Uppgávur

Týðningarmesta uppgávan er at røkta laksin, og verða við frá útsetan til tøku. Endamáli er at tryggja góða fiskavælferð, og verður hettar gjørt við at halda alibrúk, tað eru ringar, nótir o.a. í so góðum standi sum gjørligt.

Førleikar

Sum starvsfelagið ert tú røsk/raskur, tú dugir at skipa dagliga arbeiði og dámar at samstarva í smærri toymum. Eisini ynskja vit at tú leggur dent á at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi har tú starvast. Vit vænta at tú hevur royndir sum alari, hevur hegni til røkt og framleiðslu av laksi, so tú hevur royndir við teimum amboðum, sum verða nýtt á einum aliøki, so sum bátar, kranar o.a.

Starvið

Starvsstaðurin er í Oyndarfirði, og arbeiðstíðin er vanliga frá 8-16. Til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí at tú ert fleksibul viðvíkjandi arbeiðstíð.

Lønin verður ásett eftir avtalu.

Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Steffan Gaard, aliformannin, á telefon 791010 ella send ein teldupost til steffan.gaard@mowi.com.

Umsóknir skulu sendast til mowi.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er 29. september.

— 

Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.

Aftur
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Strond
Umsóknarfreist:
11. des 2023
Kt-fólk til Nám/­Próvstovuna
Umsóknarfreist:
17. des 2023
Starvs­fólk til Baldursbrá - longd freist
Umsóknarfreist:
3. des 2023
Borivognsførari til Articon
Umsóknarfreist:
9. des 2023
Miðnám á Kambsdali søkir eftir fólki til…
Umsóknarfreist:
30. nov 2023
Samskipari til Betri Heim
Umsóknarfreist:
4. des 2023
Skrivari til Fólka­flokkin
Umsóknarfreist:
5. des 2023
Aðalskrivari til FSF
Umsóknarfreist:
7. des 2023