Lýsing

Roknskaparfólk til Klaksvíkar sjúkrahús

Søkt verður eftir avloysara fyri starvsfólk, sum fer í barsilsfarloyvi. Setanin er frá 01.12.22 til 28.02.24. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna.

Tú hevur nú møguleika at gerast ein av okkum. Heldur tú at vanligar bókhaldsuppgávur, umframt nýhugsan/talgilding av mannagongdum og arbeiðslagi er spennandi, so ert tú tann vit sóknast eftir. Vit arbeiða við debitor- og kreditor bókhaldi, har avstemman er grundarsteinurin undir bókhaldinum.

Tú kemur at hava samskifti út í organisatiónina, og tí skalt tú vera tænastusinnað/ur og duga væl at tosa við fólk, samstundis sum tú hevur góðan røkjuskap í dagliga arbeiðinum.

Høvuðsuppgávur:

  • bókhaldsarbeiði
  • kreditoravstemman
  • debitorrøkt
  • annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði

 

Dentur verður lagdur á:

  • viðkomandi útbúgving, so sum Professionsbachelor í almennari fyrisiting ella skrivstovuútbúgving
  • hollar royndir innan bókhald
  • forvitin av lyndi í mun til tøl
  • evni at raðfesta og ráðleggja arbeiðið
  • góðan telduførleika innan m.a. excel
  • tekur ábyrgd og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • góð samstarvsevni og tænastuhug
  • góðan røkjuskap
  • kunnleika til Búskaparskipan Landsins kann verða ein fyrimunur

 

Vit kunnu bjóða:

  • fjølbroytt og mennandi starv
  • fjølbroytt og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • áhugavert og spennandi arbeiðsøki
  • góðar starvsfelagar
  • upplæring

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Elsu Mariu í Beiti, á telefon 45 45 45.

Umsókn, saman við CV og prógvum, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 17. oktobur 2022.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024