Lýsing

Lærarastørv á Kambsdali



Miðnám á Kambsdali søkir eftir lærarum

Størvini eru serliga í hesum lærugreinum:

  • Alisfrøði
  • Føroyskum
  • Miðlakunnleika
  • Støddfrøði
  • Virkisbúskapi

Harafturat eru avloysaratímar í hesum lærugreinum:

  • Alisfrøði
  • Donskum
  • Enskum
  • Fronskum
  • Føroyskum
  • Søgu
  • Støddfrøði

Talan er um samanlagt tímatal svarandi til umleið 9 fulltíðarstørv. Talan kann eisini verða um fleiri enn 9 parttíðarstørv, um lærugreinasamansetingin hjá teimum, sum søkja, talar fyri hesum.

Heilt fáir tímar eru harafturat í hesum lærugreinum:

  • Fígging
  • Forritan
  • Leiklist

- - -

Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ects frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Umsøkjarar, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar, skulu vera sinnaðir at fara undir hesa skjótast møguligt.

Tað er ein fyrimunur at hava undirvísingarførleika í fleiri lærugreinum. Eisini er tað ein fyrimunur at hava viðkomandi royndir.

Persónligir førleikar
Dentur verður lagdur á førleikan at skapa og menna eitt gott persónligt samband við næmingar og starvsfelagar.

Dentur verður somuleiðis lagdur á evnini at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt og evnini at leggja til rættis og leiða undirvísingarstøðuna.

Umráðandi er at hava ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali.

Skúlin leggur í setanini eisini dent á málsligu førleikar umsøkjaranna, bæði teir munnligu og skrivligu.

KT er týðandi partur í frálæru og fyrisiting skúlans. Tí er ynskiligt, at komandi lærarar skúlans hava góðar KT førleikar.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 30. apríl 2018.

Spurningar um størvini kunnu setast Páll Isholm, rektara, á pai@kambsdalur.fo.

Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.

Aftur
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024