Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingar til seingjadeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

 

 

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til seingjardeildina.

  • Tvey føst størv á lønarbrøki 0,8 í skiftandi vaktum frá 1. februar 2023
  • Eitt barnsburðaravloysarastarv á lønarbrøki 0,8 í skiftandi vaktum frá 1. februar 2023 til 31. mars 2024.

Seingjadeildin er blandað skurð- og medisinsk deild, har tikið verður ímóti akuttum og planløgdum sjúklingum. Dagskurð og viðrakning er á deildini. Deildin hevur pláss fyri 22 sjúklingum. Í sjúkrarøktini verður arbeitt í toymum.

Krøv til umsøkjaran:
• prógv og góðkenning
• royndir frá skurð- og medisinskari deild er ein fyrimunur • góð tvørfaklig samstarvsevni
• góðan telduførleiki
• vilja og evni at brúka reflektión sum lið í menningini.

Vit kunnu bjóða:
• innleiðslu og upplæring
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
• dynamiskt og fjøllbroytt arbeðisumhvørvi við nógvum avbjóðingum.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um størvini fáast frá Miriam Hjelm, med. deildarleiðara telefon 40 45 58 og Ingrid Petersen, kir. deildarleiðara telefon 40 45 50.

Umsókn, saman við prógvi, góðkenning og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 28. novembur 2022
Á heimasíðuni www.ks.fo er meira kunning um Klaksvíkar sjúkrahús.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Aftur
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Mekanikari
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Skrivstovu­fólk til góðskudeild­ina hjá At…
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
2 Elektrikarar til EL-in
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Lærlingur til maskinsmíð
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Kantinu­fólk til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Alimennari
Umsóknarfreist:
31. des 2025