Lýsing

Deildarleiðari til anæstesideildina á Klaksvíkar sjúkrahúsi

 

Søkt verður eftir deildarleiðara til setan 01.02.23, ella eftir nærri avtalu.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi vilja vit liva upp til okkara umdømi har sjúklingar, starvsfólk og onnur viðskiftafólk eru nøgd við okkara avrik. Eitt avrik, ið skal avspegla ein starvsfólkabólk við høgum fakligum førleika, empati og virðing. Dygd og áræði skal eyðkenna starvsfólkaliðið.

Trygd og dygd skal vera ein sjálvsagdur lutur í dagliga arbeiðinum, við atlit til samskifti, røkt og viðgerð av sjúklingunum.

Samstarvspartar hjá anæstesideildini eru:
Læknar, læknaskrivarar, skurðgongin, seingjadeildin, rannsóknarstovan, tænastudeildin, sjúkraflutningstænastan, v.fl.

Deildarleiðarin hevur m.a. ábyrgdina av:

  sjúkrarøktini, herundir at leiða, miðla, menna og útinna sjúkrarøkt
  at sjúkrarøkt og viðgerð verður framd undir røttum og góðum umstøðum
  at skipa aktivitetin saman við nærmastu fakbólkum
  fakligu leiðsluni, menning og starvsfólkaleiðslu
  at standa á odda og taka stig til dygdarmenning av arbeiðnum á deildini
  fíggjarstøðuni og tímanýtsluni fyri deildina
  dagligu tilrættaleggingini á deildini
  innleiðslu av nýggjum starvsfólkum og lesandi
  dagføring av politikkum, leiðreglum og standardum
  at taka eina hond í har tað er neyðugt.

Vit sóknast eftir einum deildarleiðara, ið kann ganga á odda fyri fakligari menning av starvsfólkunum, eins og dygdarmenning av arbeiðnum á deildini. Einum leiðara, sum dugir og torir at taka avgerðir, megnar at varðveita yvirlitið og dugir at raðfesta.

Deildarleiðarin hevur tilvísing til varastjóran á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Viðkomandi sum settur verður má kunna tola broytingar í starvinum.

Krav:

  prógv og góðkenning sum anæstesisjúkrarøktarfrøðingur
  leiðsluútbúgving og leiðsluroyndir
  dugir at nýta PDC-vagtPlan.

Dentur verður lagdur á:
  prógv og góðkenning sum anæstesisjúkrarøktarfrøðingur
  leiðsluútbúgving og leiðsluroyndir
  fíggjarligt skynskemi
  góð samstarvs- og samskiftisevni
  áhuga í fakligari menning
  innovatión.

Tú kanst vænta:

  innleiðslu
  starvsfelagar við drúgvum royndum
  eitt áhugavert og fjøltátta arbeiðsøki
  tvørfakligt samstarv
  stóra avbjóðing.

Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Súsannu Olsen, varastjóra telefon 22 03 66.

Umsóknarfreist: Mikudagin 21.12.22, kl. 12:00.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

 

Á heimasíðuni www.ks.fo er meira kunning um Klaksvíkar sjúkrahús.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Aftur
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024