Lýsing

Arbeiðsformaður og arbeiðsfólk til H.J. Asfalt

Vegna vaksandi virksemi søkja vit eftir einum røskum arbeiðsformanni og arbeiðsfólki.

Arbeiðsformaður
Ert tú ágrýtin og dámar tú at taka ábyrd? Kanst tú arbeiða sjálvstøðugt og hevur tú góð samstarvsevnir? Klárar tú at arbeiða undir trýsti og at taka skjótar avgerðir? 
So er starvið sum arbeiðsformaður kanska júst nakað fyri teg. Tí her hevur tú møguleika at mynda og menna eina av fáum asfaltfyritøkum í Føroyum.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan asfaltarbeiði, ella hevur royndir sum arbeiðsformaður.

Sum arbeiðsformaður hevur tú ábyrdina av einum toymi við 3-4 fólkum. Saman við stjóranum kemur tú at leggja til rættis og stýra arbeiðsgongdini í teimum ymisku verkætlanunum. Tú kemur at standa á odda fyri og eisini verða partur av toyminum, ið skal gera uppgávurnar.
 Tú hevur m.a. til uppgávu at bíleggja asfalt og lastbilar. Eisini kemur tú at hava eitt ávíst samskifti við kundan.

Arbeiðsfólk
Sum arbeiðsfólk HJ Asfalt kemur tú at læra og royna teg sum maskinførara við teimum ymisku seramboðunum, ið verða brúkt til asfaltarbeiði. Arbeiðið er stundum kropsliga krevjandi og tí er gott, um tú ert væl fyri kropsliga.
Ert tú raskur, nærlagdur, íðin og hevur góð samstarvsevnir, er tað kanska júst tær vit leita eftir.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort til lastbil og dugir at handfara maskinur av ymiskum slagi.

Arbeiðstíðir:

Arbeitt verður vanliga frá 08.00–16:00 mánadag til fríggjadag. Men roknast kann eisini við longum døgum og stundum eisini náttararbeiði.

Setanartreytir:
Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Hevur hetta tín áhuga, set teg í samband við Egil Johansen, stjóra, á tlf. 211890, ella um teldupost á: ej@hj.fo í seinasta lagi mánadagin 30. apríl.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.



• • • • •

Eitt sindur um HJ Asfalt
HJ Asfalt er ein av umleið trimum fyritøkum í Føroyum, ið leggja asfalt. Felagið var stovnað í 2003 og í løtuni starvast fimm fittir og raskir menn har. Við spildurnýggjum asfaltmaskinum, hava vit bestu útgerð í landinum til at asfaltera landsvegir, kommunuvegir, gongubreytir, tún og annað. Framkomna útgerðin ger, at HJ Asfalt gongur á odda við at arbeiða grønari innan økið, og júst hetta menna vit áhaldandi. Í 2016 fingu vit fyrsta og einasta útlærda asfaltarbeiðara í Føroyum. Hetta ger, at arbeiðsfólk hjá HJ Asfalt altíð hava servitan at ráðføra seg við, og kundin kann kenna seg tryggan við arbeiðið, ið skal gerast. Nakrar av verkætlanunum, ið vit hava gjørt, eru: Flogbreytin hjá Vága floghavn, vegabreytina í nýggja tunlinum til Viðareiðis, asfaltarbeiðið við Perlutrappuna í Tórshavn og Nýggjaveg í Klaksvík, sum eisini er ársins asfaltarbeiði í 2017.

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024