Lýsing

Fakligur stjóri í Gigni

Ert tú heilsufrøðingur, og ynskir tú at ávirka og menna fakliga virksemið hjá Gigni, so er starvið sum fakligur stjóri í Gigni ein áhugaverdur møguleiki.

Um Gigni
Gigni er skipað bygnaðarliga undir Heilsutrygd, tó við sjálvstøðugari játtan á fíggjarlógini til heilsufakligu tænastuna.

Gigni virkar sambært løgtingslóg um “Fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung”, og umsitur heilsufrøðiliga tænastu til m.a. barnafamiljur, skúlabørn, skúlar, barnaverndartænastur og stovnar fyri børn og ung.

Um starvið
Fakligi stjórin fyri Gigni hevur fakligu ábyrgdina av heilsufrøðiligu tænastuni, og skal í tøttum samstarvi við stjóran á Heilsutrygd raðfesta fakliga arbeiðið.

Fakligi stjórin fyri Gigni fær ábyrgdina av fakligu leiðsluni og menningini av Gigni.

Í høvuðsheitum skal fakligi stjórin í Gigni røkja hesar uppgávur:

  • Umsita løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung
  • Tryggja at Gigni fylgir ásettu lóg og kunngerð
  • Menna og viðlíkahalda heilsufakliga virksemið
  • Skipa heilsufrøðiliga virksemið
  • Gera viðmerkingar til ætlaðar lógarbroytingar og kunngerðir innan fólkaheilsu til børn og ung
  • Raðfesta heilsufakliga virksemið innan fíggjarligu karmarnar
  • Taka lut í viðkomandi arbeiðsbólkum og nevndum
  • Luttaka á viðkomandi norðurlendskum og altjóða fundum

Førleikakrøv
Tann ið settur verður, skal hava lokið prógv sum heilsufrøðingur.

Umráðandi er, at tann, ið verður settur, hevur evni at seta í verk fyriskipanir og hevur nútíðar leiðslueginleikar, innlit og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini almennari fyrisiting

Av tí at starvið ber í sær víttfevnt samstarv, verður dentur lagdur á at finna ein persón við góðum samstarvsevnum, sum er álitisvekjandi og vísur myndugleika.

Nýggi fakligi stjórin má duga at arbeiða sjálvstøðugt, at veita eina góða tænastu, og at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar.

Løn- og setanartreytir
Starvið verður sett undir Heilsutrygd, við beinleiðis tilvísing til stjóran.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á lønarstigi 43 og við eini ikki eftirlønargevandi ábyrgdarviðbót á 3.800 kr. um mánaðin.

Starvið verður sett frá 1. januar 2018, ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Egil á Bø, stjóra á Heilsutrygd, tlf. 794002, ella teldupost eab@heilsutrygd.fo.

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avriti av CV, prógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø., skal sendast til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
700 Klaksvík

ella við telduposti á heilsutrygd@heilsutrygd.fo.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 6. desember 2017, kl. 12:00.

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024