Lýsing

Tekniskur leiðari til Nes kommunu - Endurlýsing

Vilt tú gera mun, flyta mørk og skapa trivna og framburð í Nes kommuna, so ert tú kanska okkara nýggi tekniski leiðari.

Nes kommuna er í stórari menning sum partur av miðstaðarøkinum í Føroyum. Hettar er úrslit av miðvísa strategiska arbeiðinum hjá kommununi.

Tekniski leiðarin fær ein miðstaddan leiklut í virkna arbeiðinum at menna kommununa. Uppgávan er at stuðla býráðnum í at seta dagsskránna, og at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum.

Býráðið hevur sett sær sum høvuðsyvirskrift fyri hetta valskeiðið at skapa trivnað, framburð og burðadygga menning við skilagóðari fíggjarstýrig. Størri og smærri verkætlanir eru í gongd at røkka hesum, og spennandi ætlanir liggja fyri framman, sum skulu skapa góðar og framtíðartryggjaðar karmar fyri vinnulív og fólk í kommununi. Tekniski leiðarin skal, saman við býráðnum og góðum starvsfólkum, finnan fram til mennandi loysnir, skipa fyri, seta í verk og stýra hesum verkætlanum, sum skulu flyta kommununa inn í framtíðina.

 

Førleikar

Vit leita eftir einum byggifrøðingi, verkfrøðingi ella øðrum við viðkomandi útbúgving innan tekniska økið frá hægri lærustovni. Vit ynskja, at tú ert serfrøðingur við almennari tilgongd, ið eisini dugir fyrisitingarliga handverkið og hevur skil fyri fíggjarstýring. 

 

Starvið

Tekniski leiðarin hevur fakligu, fyrisitingarligu og starvsfólkaligu ábyrgdina av tekniska økinum, sum fevnir um

·      Býarskipan, byggisamtyktir og byggimálsvigerð

·      Íløgur, útstykkingar og lendisnýtslu

·      Projektleiðslu

·      Húsavørðar og viðlíkahald

·      Vatnverk

·      Fríðkan, kirkjugarð og ruskpláss

·      Havnaøkið

·      Vegir og kloakk

 

 

Setanarviðurskifti

Starvið sum tekniskur leiðari verður sett sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya ella øðrum viðkomandi sáttmála á kommunala arbeiðsmarknaðinum.

 

Fleiri upplýsingar

Starvsøkið og týdningarmestu uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru lýst greiniligari í starvs- og persónsprofilinum, sum liggur á heimasíðuni hjá Nes kommunu www.nes.fo. Á heimasíðuni finnur tú eisini aðrar viðkomandi upplýsingar um kommununa.
Hevur tú spurningar ella ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta seg í samband við Súna í Hjøllum, borgarstjóra, á tlf. 565000.
 

Umsóknir

Umsóknir til starvið skulu vera Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 17. apríl 2023 kl. 12:00 og sendast til:

 

Nes kommuna

Toftavegur 3

650 Toftir

Ella sum teldupostur til nes@nes.fo.

 

Viðmerk “Tekniskur leiðari” á umsóknina.

Aftur
Maskinmeistari til Looknorth
Umsóknarfreist:
12. apr 2023
Tekniskur leiðari til Nes kommunu - Endu…
Umsóknarfreist:
17. apr 2023
Tekniskur leiðari
Umsóknarfreist:
11. apr 2023