Lýsing

Bókhaldsfólk til Roknskapardeildina hjá SEV

 

 

SEV sóknast eftir bókhaldsfólki til Roknskapardeildina at byrja 1. september 2023. 

Sjey fólk starvast á Roknskapardeildini, sum heldur til í høvuðsskrivstovuni á Landavegnum í Havn.

 

Uppgávur

Talan er um fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. Tú verður partur av Roknskapardeildini, ið hevur nógvar spennandi og avbjóðandi uppgávur innan bókhald, roknskap og greining.

 

Tú fert at fáast við alskyns uppgávur, og nakrar av uppgávum tínum vera innan lønarviðgerð og avgreiðslu. Vit brúka skipanirnar Dynamics 365 Finance and Operations til bókhald, og Løtt Løn og Total View til lønarviðgerð. Í starvinum samskiftir tú munnliga og skrivliga við flestu starvsfólkini hjá SEV og harafturat viðskiftafólk í Føroyum og uttanlands.

 

Vit vænta, at tú hevur royndir við bókhaldi og kennir til uppseting av roknskapi. Tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú skrivstovuútbúgving ella viðkomandi bankaútbúgving. Umráðandi er, at tær dámar og at tú hevur  lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.

Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi, hevur lætt við og dámar væl at samskifta og samstarva. Góðir málsligir førleikar í føroyskum og enskum eru ein fyrimunur. Eisini ynskja vit okkum ein framsøknan og virkisfúsan starvsfelaga, sum tekur við nýggjum avbjóðingum við áræði.

 

SEV

SEV bjóðar tær:

 

  • Góða upplæring
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið
     

Løn

Løn sambært sáttmála við Starvsfelagið

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Birgir Christiansen, deildarleiðara, á telefon 511777. Umsóknarfreistin er hósdagin 15. juni 2023. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

 

Stílað: HR-deildin

T-postur: starv@sev.fo

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá SEV virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er  fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Aftur
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024