
Motorpassari fyri SEV í Fugloy
Vit sóknast eftir álítandi fólki til at tryggja streymveitingina í Fugloy
Starvið
Arbeiðið hjá motorpassaranum á Kirkju er í høvuðsheitum at syrgja fyri, at streymur er til oynna alt árið.
Sum motorpassari, arbeiðir tú við tilvísing til deildina fyri Grønu Orkuverkini, og starvsstaðið er á Kirkju.
Motorpassarin skal m.a. syrgja fyri, at verkið verður hildið í góðum standi, og at trygdar- og umhvørviskrøv eru í tráð við galdandi reglur viðvíkjandi virkseminum á verkinum. Tann, sum settur verður, fær upplæring í øllum uppgávum.
Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at halda verk og tangagarð og økið rundan um reint og ruddiligt.
Harumframt verður tað tín ábyrgd at samskipa oljuflutning og veitingar, umframt at hava regluligt samskifti við deildina fyri Grønu Orkuverkini um viðlíkahald og eftirlit.
Vit vænta, at tú:
- Hevur viðkomandi royndir/útbúgving.
- Hevur góð samstarvsevni og samskiftisevni
SEV
- Tú fært upplæring í øllum uppgávunum
- Arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa
- Ávirkan á egið arbeiði
- Viðkomandi skeið
Lønarviðurskifti
Talan er um fast starv. Viðkomandi, ið settur verður, skal tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað.
Lønin er ásett eftir lønartalvuni fyri Tænastumenn Landsins, hóast starvið ikki er tænastumannastarv. Lønin er flokkað í lønarflokki 3, stig 6.
Nærri upplýsingar upplýsingar og umsókn
Ert tú áhugað/ur í starvinum og hevur spuringar, ert tú vælkomin at venda tær til Sæmund Tausen, verkmeistara á Grønu Orkuverkunum á tlf. 286902. Umsóknarfreistin er hósdagin 15. juni 2023.
Umsóknin saman við møguligum viðkomandi prógvum verður at senda við telduposti til:
Viðmerk undir evni: motorpassari í Fugloy
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá SEV virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.
15. okt 2023

17. okt 2023

1. okt 2023
