Størv á Miðnámi á Kambsdali

 

Miðnám á Kambsdali søkir eftir starvsfólki til undirvísing, skrivstovu og FabLab

Undirvísingarstørvini eru tíðaravmarkað til komandi skúlaár

 

Til undirvísing á gymnasialu breytunum eru tímar enn leysir í hesum lærugreinum:

donskum (A-stig) (farloyvisstarv aug. - des.) 14 undirvísingartímar/viku; miðlakunnleika (C-stig) 9 uvt/v; leiklist (C-stig) (farloyvisstarv aug. – des.,) 3 uvt/v; fronskum (B-stig) 8 uvt/v og stjørnufrøði (C- stig) 3 uvt/v.

Útbúgving og royndir

Tann, ið settur verður at undirvísa á C stigi, skal hava minst bachelor útbúgving á 180 ECTS, og til undirvísing á hægri stigi masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.

 

Skrivstovustarv, møguliga fast starv

Søkt verður eftir fólki til skrivstovuna hálva tíð til vanligt skrivstovuarbeiði og avgreiðslu. Arbeiðið fevnir m.a. um at viðlíkahalda næmingaskrásetingina og fylgir annars gongdini í skúlaárinum.

Tað er eitt krav, at tú hevur skrivstovuútbúgving og viðkomandi royndir. Tað er ein fyrimunur, um hesar eru frá almennari fyrisiting.

Skrivstovustarvið kann møguliga sameinast við starvið á FabLab.

 

FabLab, møguliga fast starv

Søkt verður eftir skapandi starvsfólki til hálvtíðar starv á FabLab á Kambsdali. Tann, ið settur verður, skal hava tekniskan áhuga og KT-førleikar á góðum brúkarastøði umframt at vera sinnað/ur at seta seg inn í at brúka nýggj telduforrit og tól. Eingi ávís krøv eru til útbúgving, men starvið verður sett eftir eini samlaðari meting av førleikum, har dentur verður lagdur á bæði útbúgving, kreativitet, samskiftisførleikar og arbeiðslag

Starvið fevnir um sjálvstøðugt og í samstarvi við leiðaran á FabLab

✓ at røkja útgerðina og at læra upp brúkararnar á FabLab at nýta tólini
✓ at hjálpa brúkarum eftir tørvi
✓ at samskifta við skúlar og vegleiða flokkum um møguleikarnar á FabLab ✓ at samstarva við FabLab stovnar aðrastaðni
FabLab Kambsdalur er ein stovnur inni á Miðnámi á Kambsdali, ið hevur alskyns útgerð til at gera ymsar prototypur. Brúkarar á FabLab eru fyritøkur, einstaklingar og skúlanæmingar, bæði av Kambsdali og aðra staðni. Sí www.fablab.fo

 

Persónligir førleikar

Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar: Fyri undirvísingarstørvini:

✓ at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt ✓ at leggja til rættis og leiða undirvísingarstøðuna

Fyri øll størvini:

✓ at skapa og fremja eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar

✓ at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnám á Kambsdali

✓ at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði teir munnligu og skrivligu ✓ at tú hevur góðar KT førleikar

 

Setanarviðurskifti

Skúlin leggur dent á at fáa samlaðu tímaætlanina at ganga upp. Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum. Undirvísingarstørv verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið, hini størvini sambært sáttmála við Starvsfelagið

 

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 11. juni 2023.

 

Søk her

Spurningar um størvini kunnu setast Óla Wolles, settum rektara, á olw@kambsdalur.fo. Viðvíkjandi FabLab eisini Jóannes Djurhuus, leiðara á FabLab á jdu@kambsdalur.fo. Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo

Miðnám á Kambsdali hevur til endamáls at bjóða út og skipa gymnasialar miðnámsútbúgvingar, yrkisútbúgvingar og akademiútbúgvingar. Á Kambsdali ganga umleið 550 næmingar, og um 100 starvsfólk eru knýtt at stovninum. Miðnám umsitir eisini Klaksvíkar HF-skeið og FabLab á Kambsdali. Samlaða fíggjarætlanin fyri 2023 er 61 milliónir.

Aftur
Mekanikari til verkstaðið
Umsóknarfreist:
13. mai 2024
Royndur maskinførari
Umsóknarfreist:
13. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024