Lýsing

Lærlingur til handilin hjá TTS

 

TTS søkir eftir einum fyrikomandi og arbeiðsamum handilslærlingi, ið er ágrýtin og er áhugaður at vera við at menna handil okkara.

 

Vit bjóða

- eina útbúgving í einari framkomnari tekniskari fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti.

- at tú sum handilslærlingur kemur at starvast saman við einum vælvirkandi toymi av starvsfólki.

- eitt sera fjølbroytt starv. Umframt sølu av útgerð innan el-lutir, maskin-lutir og HVS, vera uppgávurnar eisini innkeyp, goymslustýring, vegleiðing og annað fyrifallandi.

 

Sum partur av útbúgvingini skalt tú í skúla í lærutíðini at taka tann ástøðiliga partin, sum antin verður í Føroyum ella Danmark.

 

Vit vænta

- at tú ert fyrikomandi, røkin og ein fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva og setur kundatænastu í fremstu røð.

- at tú hevur áhuga fyri teimum vørum og tænastum, ið vit veita, og at tú hevur áhuga í at nema tær kunnleika fyri og innlit í hesi øki.

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS, HH, miðnámsprógv ella líknandi útbúgving.

 

Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuni á tel. 565640 ella umvegis jol@tts.fo

Umsókn skal sendast til jol@tts.fo

 

TTS virkar í fimm yrkisdeildum undir somu lon: maskindeild, el-deild, køli-deild, hvs-deild og sølubúð við væl útgjørdari er goymslu. Í fyritøkuni starvast umleið 45 fólk.

Aftur
Aðalskrivari til FSF
Umsóknarfreist:
7. des 2023
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Strond
Umsóknarfreist:
11. des 2023
Borivognsførari til Articon
Umsóknarfreist:
9. des 2023
Samskipari til Betri Heim
Umsóknarfreist:
4. des 2023
Kt-fólk til Nám/­Próvstovuna
Umsóknarfreist:
17. des 2023
Starvs­fólk til Baldursbrá - longd freist
Umsóknarfreist:
3. des 2023