Lýsing

Løgfrøðingur til Fiskimálaráðið

Søkt verður eftir einum løgfrøðingi til Fiskimálaráðið.

Høvðusuppgávur

  • At menna og dagføra tær lógir og kunngerðir, ið stjórnarráðið umsitur, serliga lógarøki innan fiskivinnu, landbúnað og tilbúgving
  • At standa fyri løgfrøðiligari ráðgeving í síni heild
  • At standa fyri kæruviðgerð, málsviðgerð og rættarmálum
  • At tryggja og menna fyrisitingarligar mannagongdir
  • At luttaka í ymsum arbeiðsbólkum innanhýsis í stjórnarráðnum, eins og í innlendis- og altjóða samstarvi

Almenn førleikakrøv

  • Kandidatprógv í løgfrøði frá lærdum háskúla ella útbúgving, ið kann javnsetast við hetta.

Eisini er tað av týdningi, at løgfrøðingurin hevur

  • Áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og evni at síggja virkisøkið í síni heild, men eisini megnar at fara í smálutir, tá ávísar arbeiðsuppgávur krevja tað.
  • Góð evni at samskifta í talu og skrift á føroyskum, norðurlendskum og enskum fyri leikum og lærdum.

Tað er ein fyrimunur, um tann setti hevur starvsroyndir innan virkisøki hjá Fiskimálaráðnum ella almennari umsiting, men vit heita eisini á óroynd um at søkja.

Setanartreytir
Starvið eru fulltíðarstørv og verður flokkað eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið (BLF). Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og útbúgving, tann setti hevur. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini.

Umsókn
Umsókn við upplýsingum um prógv, royndir og møguligum viðmæli skal sendast til Fiskimálaráðið, Postrúm 347, FO-110 Tórshavn, ella við telduposti til fisk@fisk.fo í seinasta lagi 22. mai 2018.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Andras Kristiansen, deildarstjóra á telefon 553 241 ella senda teldupost til fisk@fisk.fo

· · · · ·

Fiskimálaráðið er eitt av átta stjórnarráðum í landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í Fiskimálaráðnum starvast 16 starvsfólk. Umsitingarøkið fevnir um fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og –gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, búnaðarmál, bjarging, tilbúgving og trygd.

Aftur
Starvs­fólk til betong­arbeiðið
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
6. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024