Lýsing

Matstovuvertur í Varpinum

 

 

 

 

Skjótt letur nýggja mentanarhúsið í Klaksvík upp, sum sjálvandi eisini skal hava eina matstovu / kafé. Tí fara vit at útveita virksemið til ein dugnaligan matstovuvert, sum er til reiðar at taka lut í einum skapandi samstarvi við Varpið, um samanrenningina millum mat og mentan.

Vit hugsa, at hetta skal verða ein ”frokost-kafé” við norðurlendskum íblástri, sum leggur serligan dent á lokalar veitarar og lokalar rávørur. Spennandi og vælsmakkandi matur, til ein rímiligan penga.

Viðkomandi vertur skal hava áhuga fyri mati og matgerð, og verða før/ur fyri at veita eina góða tænastu, til øll tey mongu sum fara at vitja húsið.

Varpið vil vera ein mentanarmiðdepil, sum savnar og samansjóvar norðoyingar, og føroyingar allar. 

Samstarvið millum vertin og Varpið fevnir bæði um dagliga virksemið í húsinum, og tá høli í húsinum verða leigað út, t.d. til fundir og framløgur hjá einstaklingum, mentafeløgum og vinnufyritøkum, og tá ið ráðstevnur, konsertir og onnur mentanartiltøk eru í Varpinum. Matstovan skal verða opin, tá ið húsið er opið, og tá størri tiltøk eru á skránni, eisini onkuntíð uttan fyri vanliga upplatingartíð.

Matstovan er í býarsalinum í gamla posthúsinum, staðsett millum salin og skrivstovur/fundarhøli, og hevur rúm fyri okkurt um 60-70 fólkum. Atgongd er eisini til stóra uttandurða terrassu móti Klaksvíksvegi 2, besta adressan í býnum.

Køkurin er vælútgjørdur við nýmótans køksamboðum, og kann brúkast til matgerð á staðnum til vanliga miðaltalið av vitjandi. Til størri tiltøk (eitt nú brúdleyp) kann verturin samstarva við veitarar uttanífrá, sum hava atgongd til ein størri góðkendan ídnaðarkøk, og tá brúka køkin í Varpinum sum serveringskøk. Verturin tryggjar sær øll neyðug loyvi, løggilding, matstovuloyvi, skeinkiloyvi, v.m.

Skrivligar umsóknir, sum lýsa vertin og sjálvt konseptið, skulu verða Mentanarhúsinum í hendi 10. oktobur 2023. Varpið tilskilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum innkomnum umsóknum. Endalig leiguavtala verður gjørd, eftir nærri samráðingar við áhugaðar umsøkjarar. Eftir ætlan verður gjørd tíðarásett leiguavtala, sum síðani verður eftirmett.

Tey, ið ynskja at kunna seg nærri um Mentanarhúsið, og møguleikarnar í matstovuni og køkinum, eru vælkomin at venda sær til okkum, á tlf. 220780, ella á annfinnur@varpid.fo

Aftur
Borivognsførari til Articon
Umsóknarfreist:
9. des 2023
Samskipari til Betri Heim
Umsóknarfreist:
4. des 2023
Starvs­fólk til Baldursbrá - longd freist
Umsóknarfreist:
3. des 2023
Kt-fólk til Nám/­Próvstovuna
Umsóknarfreist:
17. des 2023
Skrivari til Fólka­flokkin
Umsóknarfreist:
5. des 2023
Aðalskrivari til FSF
Umsóknarfreist:
7. des 2023
Sølufólk til Betri Heim
Umsóknarfreist:
5. des 2023