Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Aftur

Føroya Bjór søkir truckførara til framleiðslu og goymslu.

Talan er um eitt fulltíðar starv. Arbeiðstíðirnar eru frá 8-16:00 mánadag-fríggjadag.

Í framleiðslutoyminum eru 10 starvsfólk, ið arbeiða í toymi í tøttum samstarvi við goymslufólkið.

Starvsdagurin kann vera innrættaður ymiskt, alt eftir framleiðslu, bíleggingum, vm.

Um teg:

  • Tú ert ágrýtin, jalig/ur og skipað/ur í tínum arbeiði.
  • Tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini.
  • Starvsroyndir sum trukkførari eru ein fyrimunur.
  • Tú kanst arbeiða í toymi umframt, at tú arbeiðir sjálvstøðugt.

Krøv:

  • Koyrikort til trukk.
  • Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði
  • Starvsroyndir við líknandi arbeiði.

Løn sambært sáttmála. Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsóknir
Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørligt í seinasta lagi 17 mai.

Umsókn skal sendast til: starv@foroyabjor.fo

Spurningar
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Anniku Waag, virkisleiðara, á tel. 295440 ella annika@foroyabjor.fo

· · · · ·

Um Føroya Bjór:
Føroya Bjór var stovnað í 1888 og telist millum elstu virki í landinum. Á Føroya Bjór starvast 40 starvsfólk. Umframt leskidrykkir framleiðir Føroya Bjór øl, vatn og saft.