
Miðnám á Kambsdali søkir eftir fólki til matstovuna
Ert tú tænastusinnað/ur, álítandi og íðin, so hava vit kanska rætta starvið til tín. Vit sóknast nevniliga eftir
einum fólki at vera partur av okkara tænastutoymi í matstovuni.
Talan er um fastlønt starv og arbeiðstíðin er frá kl. 7 til 15 hvønn skúladag.
Eisini kunnu væntast eyka uppgávur, tá eingin skúlagongd er.
Starvið verður lønt sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.
Umsóknarfreistin er 30. november 2023.
Umsóknin skal sendast til:
Miðnám á Kambsdali
Dalsvegur 1
Kambsdalur
530 Fuglafjørður
ella við telduposti til:
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðstein Lyngvej, køksleiðara á telefon 789033.
Starvsfólk til barnagarðin á Svangaskarð…
Umsóknarfreist:
21. mai 2025
21. mai 2025

Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkrahús
Umsóknarfreist:
27. mai 2025
27. mai 2025

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Frítíða…
Umsóknarfreist:
26. mai 2025
26. mai 2025
