Ert tú okkara nýggja støðvakt?

Bil Minitaxa 96 Sp/F søkir eftir einari fyrikomandi støðvakt, at starvast á støð okkara í Havn, at byrja skjótast til ber.

Tín uppgáva, sum støðvakt, verður m.a. at taka ímóti bíleggingum beinleiðis, umvegis telefon, teldupost og at skipa koyriætlanina fyri bilar okkara. At røkja kioskina verður eisini ein partur av tínari uppgávu.

Tú verður partur av okkara toymi av støðvaktum og arbeiðir á støð okkara á Farstøðini í Havn.

Vit vænta, at tú:

  • Ert væl skipað/ur
  • Ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at taka ábyrgd
  • Hevur grundleggjandi telduførleika á brúkarastøði
  • Ert málsliga væl fyri í norðurlendskum og enskum

Starvið er mett at vera umleið 32 tímar um vikuna, og er í skiftandi vaktum. Um viðkomandi ynskir at hava fleiri tímar, er møguleiki til tess. 

Send tína umsókn við CV og/ella viðmælum á teldupost: stjori@taxi.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. mai 2018

Aftur
Samskiftis­ráð­gevi til Samferðslu­mála­ráði…
Umsóknarfreist:
17. des 2018
Dugnaligur og miðvísur vinnu­ráð­gevi
Umsóknarfreist:
26. des 2018
Sjúkrarøktar­frøðing í farloyvisstarv og…
Umsóknarfreist:
28. des 2018
Fulltrúi til Samferðslu­mála­ráðið
Umsóknarfreist:
14. des 2018
Barna­verndar­tænastan í Vágum søkir eftir…
Umsóknarfreist:
17. des 2018
Sjóndepilin søkir eftir starvs­fólki
Umsóknarfreist:
14. des 2018
Tekniskur leiðari til Vága kommunu
Umsóknarfreist:
4. jan 2019
Fíggjarfulltrúi til Umhvørvis­stovuna
Umsóknarfreist:
17. des 2018
Vilt tú standa á odda fyri orkumiklastu…
Umsóknarfreist:
21. des 2018
Starvs­fólk við kostfakligari útbúgving t…
Umsóknarfreist:
20. des 2018