Lýsing

Løgfrøðingur til Almanna- og mentamálaráðið

 

Almanna- og mentamálaráðið søkir eftir løgfrøðingi at byrja 1. apríl ella sambært nærri avtalu.

 

Um starvið 

Sum løgfrøðingur fert tú at arbeiða sjálvstøðugt. Tú vísir til aðalstjóran og verður ein partur av Stjórnarskrivstovuni, ið er ein tvørgangandi eind, sum hjálpir og samstarvar við hinar deildirnar í stjórnarráðnum – t.e. Almannadeildin og Mentanardeildin.

Høvuðsuppgávurnar verða m.a. at veita løgfrøðiliga ráðgeving, at smíða uppskot til lógir og kunngerðir, at viðgera starvsfólkakærur frá undirliggjandi stovnum, at gera hoyringarsvar, at svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur.

Aftur at hesum skalt tú taka lut í eftirkanning av lógar- og kunngerðaruppskotum hjá Almannadeildini og Mentanardeildini. Eisini kunnu væntast aðrar fyrisitingarligar uppgávur og málsviðgerð av ymiskum slagi. 

 

Útbúgvingar- og førleikakrøv

Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv (cand.jur.). Tú hevur áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum, og tú ert førur fyri at varða sjálvstøðugt av teimum málum, tú hevur ábyrgdina av. 

Tað verður væntað, at tú sýnir ábyrgd og skilvísi. At tú ert ágrýtin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggj fakøki.

Aftur at hesum verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, men at tú eisini dugir at samskifta og samstarva við onnur, eitt nú í arbeiðsbólkum og tvørturum stjórnarráð. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum løgfrøðingur í almennari fyrisiting. Dentur verður lagdur á, at tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði á skrift og í talu. 

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanarøkið fevnir um Almanna- og mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini. 

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: umsokn@ammr.fo ella Almanna- og mentamálaráðið, Eirargarður 2, FO-100 Tórshavn. 

 

Umsóknarfreist

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. februar kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, á tlf. 734049 ella umvegis teldupost til eydun@ammr.fo

 

Almanna- og mentamálaráðið umsitur m.a. almannamál, javnstøðumál og mentamál yvirhøvur so sum loftmiðlamál, kirkjumál, søvn og stuðul til list og mentanarlig tiltøk. Stjórnarráðið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.

Aftur
Lestrarstarv á HR- og Fyrisitingardeildi…
Umsóknarfreist:
28. okt 2024
Tekniskur varaleiðari til framleiðsluvir…
Umsóknarfreist:
1. nov 2024
KT verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
10. nov 2024
Starvs­fólk til barna­garðin á Svangaskarð…
Umsóknarfreist:
22. okt 2024
Stjóri til Tjóðsavnið
Umsóknarfreist:
1. nov 2024