Lýsing

Aðalskrivari til MEGD

Vit sóknast eftir einari eldsál at seta í starv sum aðalskrivara í MEGD frá 1. juli 2018 ella so skjótt, sum til ber. Okkara eldsál skal brenna fyri, at tey, sum bera brek, fáa somu møguleikar og rættindi sum aðrir borgarar í okkara samfelag.

Tann, ið settur verður, skal hava arbeiðsroynd ir innan fyrisiting, og tað er fyrimunur at hava arbeiðsroyndir innan brekøkið. Tað er somu leiðis fyrimunur at hava leiðsluroyndir.

MEGD er meginfelag fyri 24 limafeløg og arbeiðir við brekpolitikki í øllum samfelagsvið ur skiftum. MEGD hevur tætt samskifti við politisku skipanina og leggur dent á at hava eina virkna rødd í almenna rúminum.

Vit bjóða

  • eitt áhugavert, sjálvstøðugt, fjølbroytt og mennandi starv
  • eitt starv, ið tú sjálv/ur kanst mynda
  • løn eftir nærri avtalu

Arbeiðið fevnir um

  • at hava um hendi dagligu umsitingina av felagnum í samstarvi við starvsnevndina
  • at hava um hendi fíggjarumsiting felagsins
  • at hava ábyrgdina av journalskipan felagsins
  • at samskifta við, ráðgeva og menna einstøku limafeløgini í teirra dagliga virksemi
  • at virka fyri, at alt lógarsmíð og aðrar almennar ásetingar byggja á ST sáttmálan um einstaklingar, ið bera brek
  • at virka fyri at fáa ávirkan og verða hoyrd í málum, ið eru viðkomandi fyri fólk, ið bera brek
  • at luttaka í millumtjóða samstarvi

Vit vænta, at tú

  • hevur viðkomandi útbúgving, arbeiðs­ og leiðsluroyndir
  • hevur hollan kunnleika til fyrisitingarligt arbeiði
  • dugir at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt
  • hevur kunnleika til og áhuga fyri arbeiðinum innan brekøkið
  • dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
  • ert fryntlig/ur og hjálpsom/hjálpsamur
  • hevur góð samstarvsevnir
  • hevur kunnleika til føroysku samfelagsskipanina og lógarverkið
  • hevur góðan telduførleika
  • hevur innlit í journalskipan

Umsóknin skal sendast við telduposti til megd@megd.fo í seinasta lagi 1. juni 2018 kl. 16:00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til forkvinnuna Tóru við Keldu tel. 517373.

Meir um MEGD á heimasíðuni megd.fo

Íslandsvegur 10 c / 100 Tórshavn / Tel. 31 73 73 / megd@megd.fo / megd.fo

Aftur
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024