Lýsing

Løgfrøðingur til Heilsu- og innlendismálaráðið

(avloysarastarv)
Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir einum løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt avloysarastarv fyri løgfrøðing í farloyvi til 30. november 2018.

Heilsu- og innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi, og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til. Í hesum starvi kemur tú serliga at arbeiða við uppgávum innan heilsuøkið, men talan kann eisini verða um uppgávur innan onnur øki.

Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú hevur áhuga fyri økjunum, ið Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða við at menna og dagføra økini. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.

Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, greining, gera hoyringssvar, svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur. Harumframt at umboða stjórnarráðið í møguligum arbeiðsbólkum og samstarvsfora.

Starvið er mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar eisini loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Heilsu- og innlendismálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

Heilsu- og innlendismálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn

ella umvegis teldupost á himr@himr.fo

Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. desember 2017, kl. 12:00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jan Simonsen, deildarstjóra, tlf. 304050 ella umvegis teldupost til jan.simonsen@himr.fo.

Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika

Aftur
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024