Lýsing

Ali- og matvørueftirlit

Vit søkja eftir einum djóralæka og einum náttúruvísindaligum fólki. Einum djóralækna í fast starv og einum náttúruvísindaligum starvsfólki tíðaravmarkað í 1 ár til matvørudeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Arbeiðsuppgávur

  • Luttaka í vaktarskipanum til djóralæknauppgávur og heilsuváttanir á stovninum, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð
  • Heilsuyvirvøka, eftirlit og málsviðgerð í sambandi við aling av fiski
  • Málsviðgerð í sambandi við flutning av alifiski og aliútgerð
  • Málsviðgerð í sambandi við løggilding og skráseting av matvørueindum
  • Eftirlit og skoðan av góðkendum matvørueindum á heimamarknaðinum, vatnverkumog fiskavørum til inn- og útflutning.

Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast, alt eftir hvørjar uppgávur eru á stovninum, og hvussu økið annars mennist.

Krøv til útbúgving og førleikar

  • Djóralækni
  • Fiskaheilsukandidatur
  • Matvørukandidatur
  • Aðra viðkomandi akademiska ella tekniska útbúgving.

Um møguligt verður djóralækni settur í bæði størvini.

Djóralæknaútbúgvingin skal vera frá einum norðurlendskum háskúla ella einari javnmettari útbúgving, soleiðis at tú kanst gerast løggildur embætisdjóralækni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Vit sóknast eftir fólki við áræði og framfýsni at náa settum málum og sum:

  • kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva
  • sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing
  • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu ella á einum norðurlendskum máli
  • hevur kunnleika til framkomnar KT skipanir
  • kann arbeiða nógv úti kring landið
  • hevur koyrikort til bil.

Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum hava fyrimun. Harumframt er ynskiligt við royndum innan fyrisiting. 

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir breitt á ali- og matvøruøkinum. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum og áhugaðum starvsfólkum við góðum útbúgvingum og hollum royndum. Góðir møguleikar eru fyri førleikamenning. 

Setanarviðurskifti
Størvini eru fulla tíð og verða sett skjótast gjørligt. Talan er um eitt fast starv og eitt tíðar-avmarkað starv í 1 ár. Størvini verða sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, sí www.fmr.fo.

Umsókn
Umsóknir til størvini við avriti av prógvi, C.V., viðmælum o.t. skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 1. juni 2018. Viðmerk, um søkt verður um fast starv og/ella avloysarastarv.

· · · · ·

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum. 

Matvørudeildin umsitur matvørulógina og djórasjúkulógina. Høvuðsuppgávurnar eru eftirlit við alivinnuni og matvøruvirkjum. Á deildini eru 15 starvsfólk, harav eru nú 2 djóralæknar.

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024