Skrivari til Vísindasiðseminevndina
Nýtt hálvtíðarstarv sum skrivari hjá Vísindasiðseminevndini er leyst at søkja.
Uppgávan hjá Vísindasiðseminevndini er at meta um og geva loyvi til heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir í Føroyum.
Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við Vísindasiðseminevndina við staðseting í Heilsumálaráðnum.
Arbeiðsuppgávur
- At málsviðgera og fyrireika mál til støðutakan í Vísindasiðseminevndini, herundir lýsa og viðgera umsóknir um góðkenning av heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum
- At ráðgeva og vegleiða Vísindasiðseminevndini í mun til løgfrøðilig ivamál og málsviðgerð
- At fyrireika eftirlit við góðkendum heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum sambært vísindasiðsemilógini
- At vera skrivari hjá Vísindasiðseminevndini og hava ábyrgd av journali, bókhaldi o.l.
Førleikakrøv
- Útbúgvin ella væl ávegis í útbúgving innan t.d. løgfrøði, samfelagsfrøði, sosialvísindi, fólkaheilsu ella heilsufakliga útbúgving við yvirbygningi í t.d. fólkaheilsu.
- Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, ert praktiskt orienterað/ur, væl skipað/ur persónur
- Tú hevur góðar førleikar innan málsviðgerð og góð samstarvsevni
- Tú dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
- Tú ert væl fyri fakliga og hevur ágrýtni at seta teg inn í nýggja lóggávu og málsgongdir
- Royndir innan almenna fyrisiting eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Vit bjóða
Áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
Fleksibult arbeiði í tøttum samstarvi við forkvinnuna í nevndini
Lønar- og setanartreytir
Starvið er eitt fast hálvtíðar starv. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Umsóknir
Umsóknir, saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 28. april 2024. Setanarsamrøður verða hildnar viku 18.
Umsóknir skulu sendast sum teldubræv til Vísindasiðseminevndina - teldupostur: vsn@vsn.fo
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnhild Helmsdal, forkvinnu, á tel 263010 ella á telduposti vsn@vsn.fo
Endamálið hjá Vísindasiðseminevdini er at tryggja, at heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir eru skipaðar á vísindasiðsemiligum tryggum grundarlagi. Sum grundregla, skulu rættindi og tryggleiki hjá royndarpersónum takast framum vísindalig og samfelagslig áhugamál í heilsugransking. Uppgávan hjá Vísindasiðseminevndini er at meta um og geva loyvi til at seta heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir í verk í Føroyum. Í Vísindasiðseminevndini eru 7 limir, sum eru valdir fyri 4 ár í senn.
22. jan 2025
20. jan 2025