Lýsing

Fíggjarleiðari til TAKS (endurlýsing)

 

Sum fíggjarleiðari hjá TAKS stendur tú á odda fyri arbeiðinum at greina og fáa til høldar landsins inntøku, og tú stýrir soleiðis allari debetsíðuni í tí føroyska landsroknskapinum.

Eitt sera spennandi starv, sum tú nú hevur møguleikan at søkja

Sum fíggjarleiðari hjá TAKS hevur tú eisini aðrar týðandi uppgávur, teirra millum at:

  • gera hagtøl og greiningar,
  • effektivisera arbeiðsgongdir,
  • stjórna og luttaka í verkætlanum, 
  • standa fyri roknskapum fyri ávísar grunnar,
  • hava ábyrgd av innaneftirliti og rakstri stovnsins,
  • halda skil á teimum inntøkum, ið stovnurin umsitur.
  • Saman við leiðsluni fert tú eisini at menna verandi KT-skipanir og at íverkseta roknskapar- og leiðsluamboð fyri stovnin.

Aftur at tær á fíggjardeildini hevur tú trettan megnarfólk, herundir bókhaldsfólk, fíggjarfrøðing og dátugreinara. Tú verður partur av stovnsleiðsluni og vísir beinleiðis til stjóran.

Um teg
Tú ert kveikjandi og samstarvandi og hevur áhuga fyri leiðslu. Tú ræðist ikki broytingar og sært skjótt nýggjar leiðir til at røkka málum stovnsins innan strategiskar verkætlanir.

Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving, leiðsluroyndir í roknskapi og fíggjarstýring og kennir føroysk samfelagsviðurskifti og fíggjarviðurskifti væl. Tú hevur førleikar í kunningartøkni og roknskaparamboðum og áhuga fyri løgfrøði. Málsliga loftar tú tær á føroyskum, enskum og donskum.

Setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Talan er um fulltíðarstarv, ið ætlandi verður sett skjótast gjørligt. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Umsóknarfreistin er týsdagin, 7. mai 2024

Send umsókn tína talgilt á umsóknarsíðu okkara.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Mørkøre, stjóra, á 35 26 00 ella á eym@taks.fo.

Aftur
Arbeiðs­fólk til móttøku­høll­ina hjá IRF
Umsóknarfreist:
21. okt 2025
Kreditt­ráð­gevi til privatøkið í Betri Ba…
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna…
Umsóknarfreist:
26. okt 2025
Til okkara verkstað í Klaksvík leita vit…
Umsóknarfreist:
27. okt 2025
Endur­lýsing: Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
27. okt 2025
Maskin­fólk til smoltstøð­ina á Viðareiði
Umsóknarfreist:
9. nov 2025
Stýrimaður og maskinmeistari til Vesthav
Umsóknarfreist:
3. nov 2025
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Starvs­fólk til Bókabúð­ina í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. okt 2025
Djóralækni til Bakkafrost
Umsóknarfreist:
2. nov 2025