Lýsing

Lærlingur / grannskoðari hjá NUMO?

NUMO er eitt virki í framgongd, og okkum tørvar tí evnarík ung fólk við áræði.

Um tú hevur áhuga fyri fíggjar- og samfelagsviðurskiftum, hevur áhuga fyri vinnulívi og vinnuligum viðurskiftum, og vilt vita hvussu tingini hanga saman, so er ein útbúgving sum grannskoðari viðkomandi fyri teg. Vit kunnu bjóða tær eina verkliga og ástøðiliga útbúgving á høgum støði.

Um NUMO
NUMO er eitt grannskoðara- og ráðgevingarfelag, sum varð stovnað í 2013. Umframt at gera lógarbunda grannskoðan, veita vit ráð á ymsum økjum, t.d. viðvíkjandi roknskapi, bókhaldi, stovnan av virkjum, sølu/keyp/umskipan av virkjum, skattaviðurskiftum v.m.

Málið hjá NUMO er at vera í fremstu røð, tá talan er um trygga og dygga grannskoðan og ráðgeving. NUMO leggur seg eftir at vera mannað við starvsfólki, ið hava hægstu ástøðiligu útbúgvingina og røttu førleikarnar.

NUMO hevur kjarnuvirðini trygd og dygd, og verður arbeiðið útinnt við tí neyvleika og skjótleika, sum arbeiðið krevur. NUMO vil vera kent fyri at gera tað rætta.

Krøv til tín
Starvsfólk hjá NUMO skulu vera ábyrgdarfull og álítandi, og hava rættan hugburð. Ástøðilig útbúgving og starvsvenjing krevur, at tú sjálv/sjálvur tekur eitt stórt tak. Hevur tú viljan og evnini til at gjøgnumføra eina útbúgving hjá okkum, gevur tað nógvar møguleikar í framtíðini.

Vit vænta, at tú hevur tikið students-, HF- ella HH-prógv nýliga, og at tú ert áhugað/áhugaður í eini búskaparligari útbúgving. Eisini ert tú vælkomin at søkja um tú verður liðug/liðugur við hesa útbúgving í summar.

NUMO kann bjóða
Lærutíðin er trý ár. Vit bjóða tær eitt spennandi lærupláss, har tú í fyrstu atløgu kanst lesa HD, samstundis sum tú vinnur pening. Aftaná HD kanst tú lesa cand. merc. aud. sum sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir hjá NUMO. Eftir cand. merc. aud. er møguleiki at gerast statsautoriseraður og løggildur grannskoðari.

NUMO hevur skrivstovur í Tórshavn, Klaksvík og Vági. Lærlingurin verður knýttur at skrivstovuni í Tórshavn, men roknast kann tó eisini við arbeiði á hinum deildinum í styttri tíðarskeið. 

Umsókn
Starvið verður sett eftir summarfrítíðina (umleið 15. august 2018). Setanartilgongdin byrjar juni/juli.

Lærutíðin byrjar 1. oktober 2018.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjarna Arnason á tlf. 551300 ella Símun Absalonsen á tlf. 551357. Fleiri upplýsingar eru eisini á okkara heimasíðu: www.numo.fo.

Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum upplýsingum skal sendast til numo@numo.fo ella NUMO, Undir Bryggjubakka 13, Postboks 1165, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. juni 2018. 

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024