Lærari til Matvørudeildina
Vit sóknast eftir undirvísara til úbúgvingarnar Kost & Føðsluatstøðari og Kost & Føðsluhjálpari, sum eru skipaðar eftir kunngerð nr. 125 frá 21. august 2017.
Starvið verður sett frá 12. august í ár.
Førleiki
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum kost- og føðsluatstøðari ella við samsvarandi førleika, kenna til Microsoft-forrit og hava góð evni til samstarv og undirvísing. Undirvísingarførleikin er ásettur í kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum.
Av tær sum undirvísara vænta vit, at tú
- kanst fyriskipa og avrika undirvísingina sjálvstøðugt,
- ert eldhugað/ur, opin og jalig/ur,
- hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga,
- hevur góð evni til samstarv og trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk og
- trívist í tvørfakligum samstarvi og luttøku í toymisarbeiði
Setanartreytir
Setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Námsfrøðilig útbúgving skal væntandi takast innan tvey ár.
Umsókn
Umsóknin skal sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo - í seinasta lagi 17. mai 2024.
Lærarin tekur við starvinum 12. august 2024.
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Magnus Norðberg, deildarleiðara á Matvørudeildini (magnusn@tsk.fo) ella Rúna Heinesen, skúlastjóra.
9. nov 2025
3. nov 2025
2. nov 2025
2. nov 2025
30. okt 2025
3. nov 2025
30. okt 2025
10. nov 2025
28. okt 2025
3. nov 2025