Lýsing

Dugir tú Betri marknaðarføring?

Eitt spennandi starv bíðar eftir tær á Marknaðar- og samskiftisdeildini í Betri samtakinum. Eitt serføroyskt samtak við nærum 300 starvsfólkum, ið dagliga veitur tænastur til meginpartin av øllum føroyingum.

Vit eru
Á deildini taka vit okkum av allari marknaðarføring av Betri samtakinum og øllum feløgunum í samtakinum: banka, trygging, pensjón og húsamekling. Eisini hevur deildin ábyrgd av uttanhýsis og innanhýsis samskifti í hesum týðandi føroyska samtakinum.

Starvið
Vit sóknast eftir einum røskum og eldhugaðum marknaðarráðgeva. Í tøttum samstarvi við hini á deildini og við feløgini í samtakinum fert tú m.a. at skapa, samskipa og miðla marknaðarføringsátøk, lýsingartilfar og kundaátøk. Eisini umsitur deildin sponsor- og stuðulsøkið. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur innlit í fíggjar- ella tryggingarøkið og royndir við digitalari marknaðarføring.

Krøv
Vit vænta, at tú:hevur viðkomandi útbúgving og royndir við marknaðarføring og dugir

  • væl at samskifta
  • ert sjálvstøðug/ur, men dugir væl at samstarva og at arbeiða í toymi
  • hevur hug og hegni at arbeiða við øll øki innan marknaðarføring
  • dugir væl at leggja arbeiða til rættis, samskipa og halda freistir
  • dugir væl at fáa hugskot og seta tey í verk á ein nýskapandi og kreativan hátt
  • hevur ein jaligan hugburð

Vit bjóða
Eitt áhugavert starv í einum samtaki í stórari menning, sum hevur stóran samfelagsligan týdning í Føroyum. Ein spennandi, avbjóðandi og fjølbroyttan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur í stóran mun kanst leggja til rættis.
 
Er hetta tú? So søk beinanvegin. Spurningar um innihaldið? So vend tær til Dánial Hoydal, leiðara á 348250 / dah@betri.fo. Spurningar um formlig viðurskifti, so er tað Fanny Petersen, HR-leiðari á 348530 / fp@betri.fo.
 
Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum FAG og YTF.
 
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsóknir við lívsrensli og avriti av prógvum skulu sendast til starv@betri.fo í seinasta lagi mikudagin 13. juni 2018 kl. 12:00

Aftur
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025